Fótbóltur

Oddasessurin er uppá spæl í London í kvøld

Um Manchester City megnar at vinna, so fer liðið hjá Pep Guardiola framum Arsenal. Oddabrakið verður bríkslað í gongd klokkan 19.30.

Mikel Arteta var í fleiri ár í venjaratoyminum hjá Pep Guardiola í Manchester City. Nú dystast teir báðir sponsku venjararnir um enska meistaraheitið. Í løtuni er Arsenal trý stig frammanfyri og hevur spælt ein dyst færri (Mynd: EPA)

Mikel Arteta var í fleiri ár í venjaratoyminum hjá Pep Guardiola í Manchester City. Nú dystast teir báðir sponsku venjararnir um enska meistaraheitið. Í løtuni er Arsenal trý stig frammanfyri og hevur spælt ein dyst færri (Mynd: EPA)

2023-02-15 16:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í eina tíð hevur ein ringur verið um hesa dagfestingina. Arsenal - Manchester City var ein av mongu dystunum, sum varð útsettur vegna deyða Elizabeth drotningar, og síðstu mánaðirnar eru tað vorðið greitt, at tað allarhelst vera hesi bæði liðini, sum fara at stríðast um meistaraheitið.

Arsenal var framúr til 2023 kom at enda, men hevur í nýggja árinum snávað nakrar ferðir; liðið hjá Arteta hevur ikki vunnið í tveimum teimum seinastu dystunum. Tó komu millum annað góðir sigrar í hús móti Tottenham og Manchester United í januar, og Arsenal hevur framvegis fyrimunin.

Hann fer liðið í London eisini at hava, líkamikið hvat úrslitið verður í kvøld. Manchester City kann leggja seg á odda við sigri, men í so fall verður bert málmunurin á muni, og Arsenal hevur spælt ein dyst færri enn Manchester City.

Støðan í løtuni: 
1. Arsenal 51 stig (21 dystir)
2. Manchester City 48 stig (22 dystir)

Hetta er fyrri dysturin millum liðini í Premier League í kappingarárinum. Tey hittust í FA Cup síðst í januar, har City vann 1-0 á Etihad. Bæði liðini spardu eitt sindur tá; tað fara tey ikki at gera hesuferð.

Manchester City hevur síðani síðsta mánadagin verið í brennideplinum av keðiligum orsøkum. Premier League hevur ákært felagið fyri fleiri enn hundrað brot yvir eitt tíðarskeið á sjey ár - millum annað fyri at hava givið skeivar upplýsingar um løn o.a og fyri ikki at hava sýnt opinleika fyri Premier League.

Hvørjar avleiðingarnar av hesum verða er ógvuliga óvist enn. City vísir ákærunum aftur og hugsavnar seg um at royna at vinna Premier League triðja árið á rað. Trý stig í London í kvøld kunnu flyta nógv hesum viðvíkjandi. Talan er um eina ógvuliga spennandi uppgerð millum tveir dugnaligar venjarar, ið kenna hvønn annan heilt væl. Oddadysturin byrjar klokkan 19.30.

[object Object]
Samstarvsfelagir í City, har katalanin og baskarin vunnu nøkur gullheiðursmerki saman...

[object Object]
Nú eru teir kappingarneytar um gullið (Myndir: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder