Annað

OL verður næsta ár við ella uttan korona

Óansæð hvussu støðan er næsta summar, verður OL ikki avlýst, sigur varaforsetin í altjóða olympisku nevndini, IOC.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-09-07 13:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Olympisku Leikirnir skuldu upprunaliga verða í japanska høvuðsstaðnum Tokyo í summar, men orsakað av koronafarsóttini vórðu teir útsettir til næsta ár.

Forsetin í altjóða olympisku nevndini, IOC, Thomas Back boðaði fyrr í ár frá, at OL í Tokyo verður droppað, um korona eisini forðar teimum í at halda tað komandi ár, tí tað kundi ikki útsetast enn einaferð.

– Tað ber ikki til, á hvørjum ári, at broyta allan ítróttakalendaran hjá øllum teimum stóru sambondunum í heiminum, og mann kann ikki halda á at lata ítróttafólk ganga runt í óvissu, segði hann.

Nú sigur John Coates, varaforseti í IOC, at OL verður í Tokyo komandi ár, óansæð hvussu støðan við koronafarsóttini er til ta tíð.

Leikirnir næsta ár verða teir, sum vunnu á COVID-19, sigur hann sambært Ritzau.

Hann vísir á, at OL aldrin er vorðið avlýst áður, undantikið undir fyrra og seinna heimsbardaga, og er ætlanin ikki, at hetta skal broytast.

OL byrjar 23. juli næsta ár við ella uttan korona, ger hann greitt.

Tað mesta av fyrireikingararbeiðnum til OL næsta ár er longu liðugt ella um at verða liðugt, og eisini hevur IOC sett ein arbeiðsbólk, sum skal hyggja at, hvussu koronafarsóttin kann hugsast at ávirka OL næsta ár, og hvørji tiltøk eru neyðug at seta í verk í hesum sambandi.

Les eisini: Kanning: Meginparturin av japanarum vil ikki hava OL næsta ár

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder