Sävehof vann seg í gjár í hálvfinaluna í endaspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Hetta var triðja fjórðingsfinala móti Guif, og hóast teir gulu við Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óla Mittún vunu stórsigrar í báðum teimum fyrstu dystunum, bleiv tað javnt í gjárkvøldið.
Guif var á odda við tveimum málum, 28-26, tá fimm minuttir vóru eftir, men hoyvíkingarnir vildu tað øðrvísi.
Nógv mál rullaðu inn síðstu løtuna, men við trimum málum frá Óla Mittún og einum frá Eliasi á Skipagøtu eydnaðist at vinna 30-29.
Síðsta málið fekk Óli tá hann bleiv spældur fríur av Eliasi, og tryggjaði Sävehof hálvfinalupláss.
Hálvfinalurnar í svenska endaspælinum verða leiktar í mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald