Ein ósemja millum Helga Dam Ziska og Talvsamband Føroya ber í sær, at føroyski stórmeistarin nú gevst á føroyska talvlandsliðnum.
Helgi verður tí ikki við, tá Føroyar í heyst skulu kappast í stóru EM-stevnuni fyri landslið.
Síðani Føroyar fingu sín fyrsta stórmeistara í 2016, hevur Helgi Dam Ziska havt sáttmála við Talvsamband Føroya um samsýning fyri at telva á landsliðnum. Hesin sáttmáli gekk út á nýggjárinum. Men Talvsambandið er ikki sinnað at leingja sáttmálan.
Í staðin hevur starvsnevndin í Talvsambandinum gjørt nýggjan leist um dagpengar fyri teir, sum telva á landsliðnum. Nýggi sáttmálin ber í sær eina útjavningarskipan. Fyri hinar á landsliðnum er nýggja avtalan ein týðandi bati. Men hjá stórmeistaranum er hon eitt afturstig.
Helgi Dam Ziska hevur í staðin talað fyri einari avtalu, sum er at kalla meinlík henni, ið hann hevur við Havnar Telvingarfelag fyri dystir í landskappingini, men Talvsambandið er ikki sinnað at ganga hesum ynski á møti.
Tað hevur fingið Helga Dam Ziska at taka seg av landsliðnum.
Formaðurin í Talvsambandi Føroya, Ingi Wiberg, hevur onga viðmerking til trætuna millum Talvsamband Føroya og Helga Dam Ziska.
Dyggur smeitur
At Helgi Dam Ziska ikki fer at umboða Føroyar í altjóða telving er ein ólukkulig støða. Ítróttarliga er tað stórt afturstig. Við Helga á 1. borði høvdu Føroyar verið favorittar at endurvunnið smálandakappingina, sum eisini verður í heyst. Uttan hann verður uppgávan møtimikil.
Helgi Dam Ziska sigur, at hann vil ógvuliga fegin telva á føroyska landsliðnum, og harmast um støðuna, sum nú er íkomin. Helgi hevur verið fastur fúsur á landsliðnum síðani hann sum 16 ára gamal var á talvolympiadu á fyrsta sinni. Síðani 2008 hevur hann uttan slit røktað krevjandi uppgávuna á 1. borði í OL, í EM og í smálandakappingunum. Einasta undantakið var smálandakappingin í 2015.
Talvsambandið hevur gjørt av at senda landsliðið við í stóru EM-stevnuna í Montenegro í november. Tá er mótstøðan øgilig. Einki av hinum liðunum í smálandakappingini er við í EM. Føroyar hava tvær ferðir verið við í EM. Báðar ferðir hevur gingist væl. Men Helgi hevur tá verið heilt avgerandi sum bulvirki á 1. borði.
Talvsambandið hevði annars stórar ætlanir við landsliðnum. Í fjør heyst var avtala gjørd við Ivan Sokolov, sum leiddi Usbekistan til sigurs á talvolympiaduni í India í fjør, um at fara undir skipaðar venjingar við telvarunum á føroyska landsliðnum. Men longu í summar boðaði Sokolov Talvsambandinum frá, at hann var ikki sinnaður at halda fram við hesum samstarvi.
EM-liðið sett
Talvsambandið hevur nú kunngjørt liðið til EM-stevnuna í Montenegro í november. Manningin er henda:
1. Høgni Egilstoft Nielsen
2. Martin Poulsen
3. Rógvi Egilstoft
4. John Rødgaard
Eingin eykamaður er.
Frammanundan skulu Føroyar telva smálandakapping á Guernsey. Tann kappingin verður um mánaðarskiftið oktober/november, men enn er ikki heilt greitt, hvørjir fara at manna føroyska liðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald