Íslendska kappingin fer av álvara av gongd á páskum, og í gjárkvøldið var stórsteypadysturin, ið er eitt slag av startskotið til kappingina, spældur í Kópavági.
Tað er har, at Breiðablik hevur heimstað. Hetta er skamt frá Reykjavík, har Víkingur er frá. Breiðablik gjørdist íslendskur meistari í fjør, og hevur síðani keypt Patrik Johannesen leysan úr Keflavík og leigað Klæmint Andrasson Olsen úr NSÍ.
Víkingur gjørdist íslendskur meistari í 2021 og vann steypakappingina í fjør. Stutt áðrenn dystarbyrjan í gjár kunngjørdi felagið úr felagið Reykjavík at semja er gjørd við føroysa Víking um Gunnar Vatnhamar: Íslendsku steypavinnararnir keypa landsliðsmiðverjan frá føroysku steypavinnarunum
Les eisini:
Víkingur Reykjavík váttar: Keypsavtala er gjørd um Gunnar Vatnhamar
Gunnar til Íslands: Blandaðar kenslur í føroyska Víkingi
Álopskeypið hjá Breiðablik vísti seg væl fram í stórsteypadystinum í gjár. Í 14. minutti legði Patrik Johannesen upp til leiðslumálið hjá meistarunum - talan var um gott upplegg skrivar mbl.is. Tíggju minuttir fyri steðgin økti 27-ára gamli tvøramaðurin sjálvur. Sambært Morgunblaðnum var Breiðablik greitt omaná í 1. hálvleiki.
Í 77. minutti minkaði Vìkingur um munin við brotssparki, men fýra minuttir seinni varð Patrik Johannesen feldur, og so økti liðfelagi til 3-1. Patrik varð síðani útskiftur, og í yvirtíðini skoraði Nikolaj Hansen til 3-2, ið gjørdist endaliga úrslitið.
Teir hjá Breiðablik kundu fegnast um at fáa enn eitt steyp í hús í gjár (Mynd: mbl.is)
Harvið er Breiðablik "meistarar meistaranna" í Íslandi í 2023. Hetta eigur Patrik Johannesen ein stóran heiður fyri. Hann spælir sín fyrsta landskappingardyst á heimavølli móti Kópavági 2.páskadag. Spurningurin er so, um Klæmint Andrasson Olsen verður á vøllinum tá. Føroyski metmálskjúttin sat á bonkinum allan dystin í kvøld.
Steypavinnararnir byrja á útivølli móti Stjarnuni. Hetta er eisini mánakvøldið. Gunnar Vatnhamar fer yvir til Íslands fríggjadagin, og tað er møguliga heldur tíðliga hjá leirvíkinginum at vera partur av dystarhópinum hjá Víkingi tá.
Samrøða við Patrik Johannesen í samband við landsliðstúrin herfyri : - Hetta er aftur eitt stig upp
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald