Fótbóltur

Patrik og Breiðablik vóru fyri skelki í fyrsta umfari

Meistararnir taptu 3-4 fyri grannunum og uppflytarunum í dramtiskum dysti. Gunnar Vatnhamar og Pætur Petersen fingu sínar fyrstu minuttir og sínu fyrstu stig í bestu íslendsku deildini.

Patrik Johannesen í landsdysti í Moldova í síðsta mánaða. Tvøramaðurin spældi í 88 minuttir í gjár fyri sítt nýggja felag (Mynd: Sverri Egholm)

Patrik Johannesen í landsdysti í Moldova í síðsta mánaða. Tvøramaðurin spældi í 88 minuttir í gjár fyri sítt nýggja felag (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-11 18:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, 2. páskadag, fór besta íslendska deildin av bakkastokki. Hon er nakað styttri enn føroyska kappingin, men har skulu eisini 27 dystir spælast. 

KA Akureyri og KR Reykjavík løgdu út. KA hevur í vetur millum annað fingið Pætur Petersen afturat hópinum, og skálvíkingurin byrjaði inni í álopinum í gjár. Bæði málini í dystinum komu, eftir at 25-ára gamli landsliðsspælarin var skiftur út. Pætur spældi ein tíma - lið hansara bjargaði sær eitt stig við máli í yvirtíðini.

[object Object]
Pætur Petersen í venjingarlandsdystinum í Norðurmaekdónia, har hann stóð seg væl. Nú roynir skálvíkingurin seg í Íslandi (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingur var á vitjan í Gardabær. Íslendsku steypavinnararnir skoraðu, tá hálvur tími var spældur og aftur tjúgu minuttir fyri leiklok. Gunnar Vatnhamar kom á vøllin í 85. minutti fyri ein áleypara sum ein verjukend útskifting. 28-ára gamli leirvíkingurin kom til Reykjavíkar langafríggjadag sum síðsta keypið hjá steypavinnarunum, og nú hevur Gunnar verið við til at fáa fyrstu stigini hjá "sínum nýggja Víkingi" undir land.

Sí eisini: (Longri samrøða við Gunnar um skiftið)- Hevði ikki væntað tað nú - kundi ikki siga nei til hetta

Víkingur og Breiðablik fara møguliga at kappast í oddinum. Breiðablik hevur tveir føroyskar landsliðsspælarar knýttar til - Patrik Johannesen spældi í 88 minuttir í gjár, og Klæmint Andrasson Olsen var als ikki í 18-mans hópinum. Patrik fekk ikki nógv burturúr, sum hann annars gjørdi í stórsteypadystinum fyri viku síðani Talan gjørdist sum heild um ein marrudyst hjá íslendsku meistarunum, ið tóku ímóti grannunum og uppflytarunum, HK.

Longu eftir sjey minuttir var 0-2. Patrik og liðfelagirnir skuldu summa seg, og tá nakrir minuttir vóru eftir av dystinum sá út sum, at tað kortini fór at eydnast: Uppá fimm minuttir (74. - 78.) hevði Breiðablik vent tí til 3-2. Men í 89. minutti gjørdi verjuspælari sjálvmál, Patrik Johannesen varð skiftur út, og í 94. minutti avgjørdi innskifti Atli Jonasson fyri HK.

Marrubyrjan hjá Breiðablik, ið skal reisa seg móti Vali sunnukvøldið. Víkingur Reykjavík hevur heimavølli móti Fylkir stutt áðrenn. Pætur Petersen og KA taka ímóti Keflavík á Akureyri leygardagin 15. apríl. 

1. umfar í Besta-deild Karla - "føroysku dystirnir"
Mánadagin 10.04 - 2. páskadag

KA Akureyri KR Reykjavík 1-1

Pætur Petersen spældi fyrsta tíman. 25-ára gamli álopskendi landsliðsspælarin er í vetur skiftur úr HB

Víkingur Reykjavík 
- Stjarnan 2-0

Steypavinnararnir keyptu Gunnar Vatnhamar sum avloysara fyri skaddan miðverja í síðstu viku. 28-ára gamli leirvíkingurin náddi ikki at venja ofta - so vara hann í dystarhópi og kom á vøllin.

Breiðablik - HK 3-4

Ógvuliga keðilig byrjan hjá landsliðsáleyparunum. Klæmint Olsen hevur havt ávísar avbjóðingar í uppstartinum og var ikki partur av dystarhópinum - Breiðablik keypti Patrik Johannesen í vetur, og tvøramaðurin hevur skorað og lagt upp í millum annað stórsteypadystinum og sær út til at verða fastur maður. Hesaferð gekk tó ikki.


Sí eisini:
 
Samrøða við Patrik Johannesen í landsliðssteðginum: - Hetta er aftur eitt stig upp
Føroyingarnir í næstbestu norsku deildini fingu góða byrjan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder