Fótbóltur

Patrik skoraði í javnleiki

Tvøramaðurin legði Egersunds á odda, men Erling Myklebust, ið spældi í 07 Vestur fyrr í ár, sygdi fyri, at Egersunds ikki longur hevur fult stigatal.

Patrik Johannesen í dystinum í Haugesund í gjár (Mynd: eikfotball.no)

Patrik Johannesen í dystinum í Haugesund í gjár (Mynd: eikfotball.no)

2021-07-08 23:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Patrik Johannesen er komin í gongd við málskjótingina í Noregi. Í gjárkvøldið skoraði 25-ára gamli tvøramaðurin fyri aðru ferð í kappingini, tá vitjað varð í Haugesund.

Patrik legði Egersunds á odda 1-0 í 28. minutti, tá hann stýrdi bóltin í málið við høvdinum eftir innlegg úr høgru síðu. Tað var Patrik sjálvur, ið hevði spælt bóltin út á vongin, skrivar eikfotball.no. Harvið sendi kviki og kraftmikli føroyingurin sítt lið á kós ímóti fimta sigrinum út av fimm møguligum í bólki tvey í 2. Divisjon.

Hetta helt tó ikki, tí í 2. hálvleiki javnaði Erling Flovte Myklebust fyri Vard Haugesund. Áleyparin spældi átta dystir fyri 07 Vestur fyrr í ár.

Tá so Arendal - býurin og navnið eru íblástur til Disney-filmarnir Frozen, í kvøld vann fyri fimtu ferð í ár, varð Egersunds sent niður á 2. plássi. Liðið liggur tó væl fyri til uppflyting og skal aftur í eldin mánakvøldið.

Tað ger Hødd eisini. Jann Benjaminsen spældi í gjár allar 90 minuttirnar í 1-0 sigrinum á útivølli móti Bærum. Eins og hjá Patriki er talan um fulla spælitíð, ella heilt nær við tað, hvørjferð hjá Jann. Hødd er nummar trý í sinum bólki við ellivu stig fyri fimm dystir og spælir aftur sunnudagin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder