Mansliðið hjá H71 fær nú stóran styrk til hálvfinalurnar í steypakappingini og til restina av landskappingina. 20-ára gamli Pauli Jacobsen fór í summar til Fraklands at royna seg, men nú vendir málverjin, ið nú er fyrstaval á A-landsliðnum, aftur til Hoyvíkar í eina tíð.
H71 boðaði fyri løtu síðani frá hesum og skrivaði, at støðan í franska felagnum hevur seinastu tíðina verið ónøktandi. Staðfest verður eisini, at steðgurin hjá evnaríka hoyvíkinginum á heimabeitinum helst ikki verður heilt langur.
- Leikarar eru farnir eins og nógv skift í venjaratoyminum. Alt í alt var støðan ikki nøktandi og tí metti Pauli at hann fekk betur umstøður at menna seg í H71 eina tíð. Hann ætlar sær tó av landinum aftur seinni.
Pauli Jacobsen hevur umboðað Cherbourg í næstbestu fronsku deildini seinasta hálva árið. Tað hevur tó ikki gingið væl hjá liðnum, og spælitíðin hjá unga føroyinginum hevur verð heldur avmarkað.
H71 skal í februar spæla hálvfinalur í steypakappingini. Liðið liggur í løtuni á 3. plássið í Burn-deildini. Tá Pauli Jacobsen var fyrstimálverji í fjør, vann H71 greipuna.
Tíðliga í vár hava Pauli og liðfelagirnir stórar uppgávur á skránni í EM-undankappingini. Í summar skal U21-landsliðið til HM-endaspæl í Týsklandi, og er her talan um góðar sýnisgluggar hjá málverjanum, ið hevur dreymin um at gera yrkisleikari.
Dagført: 12.30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald