Mánadagin 1. apríl, 2. páskadag, hevur føroyska A-landsliðið við kvinnum tvær venjingar saman í fyreikingunum til serliga dystin móti Svøríki.
Hann verður á Hálsi mikukvøldið 3. apríl klokkan 19 og er tann fyrri í avgerandi vikuni. Føroyar spæla eisini í Íslandi sunnudagin, og tá verður endaliga greitt, hvørt kvinnurnar fáa søguligt pláss í EM-endaspælinum seinni í ár ella ikki.
Sí eisini: Nú er avgerandi vikan her
Liðið savnast í Hølini á Hálsi í morgun. Vant verður eisini í Høllini við Streymin tíðliga seinnapartin - har verður Portalurin til staðar og hevur ymiskt tilfar.
Pernille Brandenborg er fastur strikuspælari hjá Føroyum. Í gjár skoraði hon trý mál í flottum sigri hjá København Håndbold í Ikast - nú skal Pernille hugsavna seg um stórar uppgávur fyri landsliðið (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Tvær av spælarunum í landsliðhópinum høvdu stórar uppgávur 1. páskadag. Talan var um Pernille Brandenborg og Janu Mittún, sum spæla við feløgunum í danska meistaraspælinum.
Eftir úrslitini í 2. umfari er greitt, at Pernille og tær í danska høvuðsstaðnum nú hava ein betri møguleika at enda í topp-tvey í endaspælsbólkinum. Tvey feløg koma í DM-hálvfinalurnar - seks umfør skulu spælast.
Støðan eftir tvey umfør (Mynd: hbold.dk)
Ikast og Odense endaðu á ávíkavist 2. og 3. plássinum í grundspælinum og høvdu harvið stig við sær víðari. Tey eru stórfavorittar í hesum bólkinum at vinna seg í hálvfinalurnar, og Ikast og Odense vunnu eisini í 1. umfari skírisdag.
Tá vóru liðini hjá føroysku landsliðskvinnunum fyri tapum, men 1. páskadag gjørdu Pernille og tær úr København Håndbold bart. Tær vitjaðu í Midtjútlandi og vóru óvæntað omaná. Í steðginum var støðan 14-16, og København vann 32-29.
Pernille spældi væl skírisdag, og í sigrinum á Ikast skoraði 26-ára gamla føroyska strikan trý mál.
Jana Mittún og hinari hjá Viborg vóru upp ímóti yvirveldinum í Odense - skjótt eru stórar landsliðuppgávur á skránni hjá bakspælaranum og hinar (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Í Odense hevði Jana Mittún størri leiklut fyri Viborg enn í 1. umfari í endaspælinum. 20-ára gamla hoyvíkskvinnan skoraði eitt mál og legði upp til nøkur mál.
Heimaliðið var tó á odda við fimm málum í steðginum, og Odense vann eisini við fimm málum (34-29)
2. páskadag venja Jana og Pernille saman við landsliðsliðfeløgunum eftir ferðing til Føroya. Tær hava lyklaleiklut á liðnum, sum spælir lykladystir mikukvøldið og sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald