Í gjár vórðu mennirnir hjá Mjølni heiðraðir á móttøku í Býrðashúsinum í Klaksvík. Liðið gjørdist leygardagin føroyameistari fyri fyrstu ferð í 15 ár og vann greipuna í ár.
Sí myndir frá finaluni her
Ein stór orsøk var Philip Freere. Evnaríki leikandi venjarin hevur spælt á høgum støði, og hann førdi liðið í Klaksvík til tvey steyp. Nú hevur Mjølnir tryggjað sær undirskriftina hjá Phil fyri komandi tvey árini.
22 ára gamli avstraliumaðurin skrivað í gjárkvøldið undir nýggjan tvey ára sáttmála við Mjølnir. Hann kemur at hava sama leiklut sum venjari og leikari, og hetta er avgjørt týdningarmikið fyri felagið.
Kelda: Norðlýsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald