Eftir fimm dagar á rað við fótbólti á hægsta støði í Onglandi var ein steðgur í gjár - seinasta dag í 2020.. Hetta kom helst illa við hjá fjepparum/áhugaðum, og hjá teimum kemur tað tí væl við, at dystir verða í Premier League komandi fýra dagarnar.
Nakrar røddir hava verið frammi um, at kappingin burdi farið í steðg í tvær vikur orsakað av fleiri koronatiburðum í ymsum hópum, men hetta kemur ikki ikki uppá tal, hevur Premier League boðað frá.
Jagstra Liverpool
Trý av teimum fýra liðunum, ið fara fyrst í eldin í 17. umfari, eru í topp-fimm. Everton var ikki í eldinum 28. desember sum ætlað orsakað av fleiri tilburðum í City-hópinum. Harvið er tað næstan ein vika síðani, at liðið hjá Ancelotti spældi. Um tað eydnast hjá Everton at vinna í dag, so er liðið bert eitt stig aftanfyri grannarnar, Liverpool. Tað eru David Moyes og hansara menn, ið vitja. Moyes stóð frá 2002 til 2013 á odda hjá Everton.
David Moyes sum United-venjari á Goodson Park - dagin frammaundan hann fekk sekkin (Mynd: EPA)
Edinson Cavani er ikki tøkur komandi tríggjar dagarnar hjá United. Áleyparin úr Uruguay hevur fingið leikbann fyri at hava nýtt orðið "negrito" á Instagram, tá hann svaraði einum vinmanni (Mynd: EPA)
Skotin varð í 2013 settur sum avloysari hjá landsmanninum Sir Alex Ferguson. Hetta gjørdist alt annað enn væleydnað - longu átta mánaðir seinni var ævintýrið hjá David Moyes í risastóra felagnum liðugt. Síðani meistaraheitið í 2013 hevur United ongantíð veruliga kappast um meistaraheitið, men um tað í kvøld eydnast at vinna á Aston Villa, kemur liðið undir liðuna á Liverpool, ið United hevur ein dyst færri enn. Aston Villa er tó væl við í ár og hevur gjørt tað heilt væl móti teimum størstu feløgunum.
Premier League
17. umfar - 1. januar 2021
17.30: Everton - West Ham
20.00: Manchester United - Aston Villa
Støðan - flestu liðini hava nú spælt 16 dystir
1. Liverpool 33 stig
2. Manchester United 30 stig *
3. Leicester 28 stig
4. Everton 29 stig *
5. Aston Villa 26 stig **
6. Chelsea 26 stig
7. Tottenham 26 stig *
8. Manchester City 26 stig **
9. Southampton 26 stig
10. West Ham 23 stig
11. Leeds 23 stig
12. Wolves 21 stig
13. Arsenal 20 stig
14. Newcastle 18 stig *
15. Crystal Palace 19 stig
16. Burnley 16 stig *
17. Brighton 13 stig
18. Fulham 11 stig *
19. West Bromwich 7 stig
20. Sheffield United 2 stig
*Ein dyst færri
** Tveir dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald