Fótbóltur

PSG hevur nú sett Pochettino

Fyrrverandi Tottenham-venjarin og PSG-leikarin skal nú royna at føra franska høvuðsstaðarfelagið till gull í Champions League.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2021-01-02 17:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur ikki havt eitt starv í yvir eitt ár men hevur verið settur í samband við ymisk - serliga við starvið sum Manchester United-venjari um Ole Gunnar Solskjær fór at fáa sekkin.

Barcelona var eisini uppi at venda farna summar, tá katalanska felagið skuldi hava nýggjan venjara, men seinastu tíðina hevur alt bent á, at argentinski venjarin fór at taka yvir í PSG.

Jólaaftansmorgun skrivaðu altjóða miðlar, at Thomas Tuchel fór at fáa sekkin, og 29. desember váttaði felagið so hetta. Týskarin førdi annars PSG í finaluna í Champions League á fyrsta sinni í august, og liðið er í løtuni eitt stig frá oddinum.

Tá varð eitt navn beinanvegin nevnt í samband við nú leysa starvið, og tað verður Mauricio Pochettino, ið skal royna at syrgja fyri, at PSG vinnur sítt fjórða franska meistaraheiti á rað og tað áttanda uppá níggju ár. Júst yvirveldi í Ligue 1 ger, at størsta fokusi og ynski hjá eigarunum og fjepparunum í París er at vinna Champions League. "Poch" var í finaluni við Tottenham í 2019 men tapti fyri Liverpool.

[object Object]Pochettino og Tottenham-leikarar fegnast eftir dramtiska sigurin í hálvfinaluni í Amsterdam í 2019 (Mynd: EPA)

48-ára venjarin spældi við PSG frá 2001 til og við 2003 og fegnast nú um at vera aftur í París, har hann av álvara fer í gongd í morgin. Síðani fór hann aftur til Espanyol. Samanlagt spældi hann í katalanska felagnum í níggju ár, endaði sína yrkisleið sum leikari har og byrjaði sum høvuðsvenjari í felagnum í 2009. Eftir nøkur góð úrslit endaði hann í Southampton, og tað gingu ikki tvey ár, so vóru boð eftir Pochettino úr London. Har gjørdi hann tað væl samanlagt, hóast einki steyp kom í skápið.

PSG og Pochettino hava skrivað undir ein sáttmála, ið er galdandi í iett og eitt hálvt ár við einum møguleika at leingja samstarvið til 2023.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder