Fótbóltur

PSG og Chelsea fingu sera góðar útisigrar

Mbappé skoraði tvær ferðir í undirhaldandi dystinum í München - Tuchel og hansara menn vunnu 2-0 í Sevilla, har Porto í gjár hevði heimavølli.

Bayern megnaði ikki at stegða Kylian Mbappé í gjár (Mynd: EPA)

Bayern megnaði ikki at stegða Kylian Mbappé í gjár (Mynd: EPA)

2021-04-08 17:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Øll átta liðini, ið eru eftir í Champions League, hava nú spælt fyrstu fjórðingsfinalurnar. Eftir tær er greitt, at nøkur lið hava eitt ógvuliga stórt arbeiði frammanfyri sær, tá seinnu dystirnir verða leiktir um eina viku. 

Í gjárkvøldið vunnu bæði útiliðini. Í roynd og veru var einki lið á heimavølli í Sevilla, tí Porto og Chelsea hittust har. Orsakað av koronureglugerðunum í Portugal kundi dysturin ikki hýsast í Porto. London-felagið spældi eisini á útivølli á uttanveltaðum vølli í áttandapartsfinalunum móti Atletico Madrid, tí íbúgvar í Bretlandi ikki kundu ferðast inn í Spania - Chelsea vann 1-0 í Bukarest og 2-0 á Stamford Bridge.

Hesaferð avgjørdi UEFA, at báðir dystirnir skuldu spælast á uttanveltaðum vølli - í hesum førinum á Estadio Ramon Sanchez Pizjuan. Chelsea var skrásett sum útiliðið í gjár og fekk harvið tvey útivallarmál, ið kunnu gerast sera týdningarmikil. Eftir ein hálvan tíma vendi Mason Mount væl við brotsteigarmarkið og sendi bóltin niður í longra málhornið. Vinstri bakkurin, Ben Chilwell, økti tá fimm minuttir vóru eftir. Harvið sær tað sera gott út hjá liðnum hjá Thomas Tuchel undan seinna dystinum, ið verður týsdagin í Sevilla.

[object Object]Thomas Tuchel hevur higartil staðið seg væl í Chelsea (Mynd: EPA)

[object Object]
Mynd: EPA


Í München var talan um endurtøku av finaluni í fjør. PSG fekk tvey útivallamál í fyrra hálvleiki. Tað fyrra longu í 3. minutti tá Neymar splldi Mbappé frían og tað seinna í 28. minutti, tá Neymar fann landsmannin og liðformannin Marquinhos. Bayern var uttan skadda toppskjóttan, Robert Lewandowski, men spældi góðan álopsfótbólt. Avloysari hansara, og fyrrverandi PSG-leikarin, Choupo-Moting minkaði um munin fyri stegðin, og tá tími var leiktur stútaði Thomas Müller eitt frísparksinnlegg í málið.

Tá lá nú til Bayern, men PSG hótti væl uppá umstillinga, og um miðjan 2. hálvleik varð Mbappé sendur avstað í vinstru. Hvirluvindurin rak inn í brotsteigin og smekkaði bóltin millum beinini á Boateng og framvið Neuer. 2-3 sigurin er frálíkur hjá Pochettino og hansara monnum, man nú skal PSG gera arbeiðið liðugt, sum liðið so ofta ikki hevur megna hóast greiðan fyrimun eftir fyrra dystin.

Fjórðingsfinalurnar í Champions League

Mikudagin 07.04 - í gjár

Bayern München - PSG 2-3 (1-2)
3' Kylian Mbappé 0-1
28' Marquinhos 0-2
37' Eric Maxim Choupo-Moting 1-2
60' Thomas Müller 2-2
68' Kylian Mbappé 2-3

FC Porto - Chelsea 0-2 (0-1)
32' Mason Mount 0-1
85' Ben Chilwell 0-2

Týsdagin 06.04 
 
Real Madrid - Liverpool 3-1 (2-1)
27' Junior Vinicius 1-0
36' Marco Asensio 2-0
51' Mohammed Salah 2-1
65' Junior Vinicius 3-1

Manchester City - Borussia Dormund 2-1 (1-0)
19' Kevin De Bruyne 1-0
84' Marco Reus 1-1
90' Phil Foden 2-1

Les eisini: Real Madrid og Manchester City hava fyrimunin

Seinnu dystirnir: 
Týsdagin 13.04

PSG (3) - Bayern (2)
Chelsea (2) - FC Porto (0) - á uttanveltaðum vølli

Mikudagin 14.04
Liverpool (1) - Real Madrid (3) 
Dortmund (1) - Manchester City (2)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder