Annað

Rakel nummar trý á IceHorseFestival

Rakel B. TIndskarð stendur seg væl í síni fyrstu stóru kapping.

Myndafólk: Sasha Annabell Nellemose

Myndafólk: Sasha Annabell Nellemose

2019-04-08 10:12 Author image
Ari av Rana
placeholder

Føroyingar standa seg væl á IceHorseFestival í Herning í hesum døgum. Elin Tindskarð vann sína kapping á ryssuni Gretu, og eisini millum tey ungu, fáa føroysku reiðfólkini góð úrslit á stóru altjóða kappingini.

Rakel B. Tindskarð gjørdist bæði nummar trý og fýra millum juniorar í greinini V2. Nummar trý við Stormi frá Háholti og nummar fýra við Kjarnorku frá Tindsgarði.
Hetta er sera flott úrslit hjá Rakel B. Tindskarð, sum ikki fyrr hevur luttikið í so stórari kapping, skrivar isross.com.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder