Fótbóltur

Rashford sendi United upp á 2. plássið í evstu løtu

Tað var einsamalla málið í heldur keðiliga dystinum móti Wolves í gjár. Liðið hjá Solskjær hevur ikki tapt í teimum seinastu níggju dystunum í Premier League og er nú tvey stig frá Liverpool.

Marcus Rashford gjørdist stóra hetjan hjá United - málið var heppið men sera umráðandi fyri teir í reyðum (Mynd: EPA)

Marcus Rashford gjørdist stóra hetjan hjá United - málið var heppið men sera umráðandi fyri teir í reyðum (Mynd: EPA)

2020-12-30 07:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fimm dystir í 16. umfari í Premier League vórðu leiktir í gjárkvøldið. 

Fá mál komu - bert eitt í trimum av dystinum og einki í einum - men dysturin millum West Bromwich og Leeds hálaði miðaltalið upp á 1,6. Sam Allardyce fekk eina frálíka byrjan í sessinum við 1-1 javnleikinum á Anfield 27. desember, men í gjárkvøldið var ein av hinum uppflytarum eirindaleysur. Leeds skoraði fimm ferðir og er nú á 11. plássi.

[object Object]
Leeds helt málveistlu í gjárkvøldið og er nú einasta liðið í Premier League í ár, ið hevur skorað fimm mál í einum útidysti og fimm mál í einum heimadysti (Mynd: EPA)

[object Object]


[object Object]
Lacazette gjørdi beinanvegin mun fyri Arsenal, ið er komið eitt sindur fyri seg eftir eina sera keðiliga gongd (Myndir: EPA)

Arteta og Arsenal fingu ein kærkomnan sigur - annan á rað - í Brighton. Alexandre Lacazette skoraði einsamalla málið í dystinum. Fraklendingurin var júst innskiftur, tá hann sló til, og Arsenal nærkast ovaru hálvu av stigatalvuni. Millum annað er liðið ikki langt frá Southampton og serliga West Ham nú. Hesi liðini stríðast fyri at koma á evropeisku plássini men spældu í gjár málleysan javnleik

Í botninum fekk Burnley ein kærkomnan sigur. og kom eitt sindur burtur frá strikuni Liðformaðurin Ben Mee skoraði einsta málið, ið kom í dystinum móti Sheffield United. Liðið hjá Chris Wilder hevur bert tvey stig fyri 16 dystir, og alt bendir á, at tað noyðist tungu leiðina niður í The Championship næsta kappingarár.

United leggur trýst á

Tíðliga í kappingarárinum var ilt at ímynda sær, at Manchester United av álvara fór at bjóða av í oddinum. Felagið hevur ikki kappast um meistaraheitið síðani 2013 - seinasta árið hjá Sir Alex Ferguson - og lá í heyst í niðaru hálvu. Men seinastu níggju dystirnar hevur úrtøkan verið 23 stig - sjey sigrar og tveir javnleikir - og nú er United á 2. plássi. Tað eydnaðist ikki at vinna seg upp har 2. jóladag, tí Leicester javnaði tvær ferðir, og tað sá heldur ikki út til at fara at eydnast í gjárkvøldið, tá eit vælskipað Wolves-lið vitjaði.

 [object Object]Solskjær saman við Nemanja Matic og Paul Pogba, ið spældu allar 90 minuttirnar á sentrala miðvøllinum. Serliga serbin var eyðsýndur. Norski venjarin var á pínubonkinum í yvir 90 minuttir men kundi síðani stórfegnast (Mynd: EPA)

Dysturin á Old Trafford var fátækur, tá tað snúði seg um málmøguleikar, men í yvirtíðini sendi Bruno Fernandes Marcus Rasford avstað. Inni í Wolves-brotsteignum tók hann nøkru trekk, royndi seg síðani við vinstra beininum, og umvegis Connor Coady fór bólturin framvið Rui Patricio. Harvið eru Solskjær og hansara menn nú bert tvey stig aftanfyri oddaliðið Liverpool, ið skal spæla í Newcastle í kvøld. Mourinho og Tottenham taka ímóti einum av uppflytarunum og London-nábúgvunum, Fulham.

Premier League 16. umfar
Í gjár - 29.12


Brighton - Arsenal 0-1 (0-0)
Burnley - Sheffield United 1-0 (1-0)
Southampton - West Ham 0-0
West Bromwich - Leeds 0-5 (0-4)
Manchester United - Wolves 1-0 (0-0)

Mánadagin 28.12
Crystal Palace - Leicester 1-1 (0-0)
Chelsea - Aston Villa 1-1 (1-0)
Everton - Manchester City (Útsettur orsakað av koronatilburðum í City-hópinum)

Í dag - 30.12
18.00: Tottenham - Fulham
20.00: Newcastle - Liverpool

Støðan - flestu liðini hava nú spælt 16 dystir
1. Liverpool 32 stig *
2. Manchester United 30 stig *
3. Leicester 28 stig 
4. Everton 29 stig *
5. Aston Villa 26 stig **
6. Chelsea 26 stig 
7. Tottenham 26 stig * 
8. Manchester City 26 stig **
9. Southampton 26 stig 
10. West Ham 23 stig
11. Leeds 23 stig
12. Wolves 21 stig
13. Arsenal 20 stig 
14. Crystal Palace 19 stig 
15. Newcastle 18 stig **
16. Burnley 16 stig *
17. Brighton 13 stig
18. Fulham 11 stig *
19. West Bromwich 7 stig
20. Sheffield United 2 stig

*Ein dyst færri
** Tveir dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder