Herfyri var greitt at samstarvið um besta kvinnuliðið millum Neistan og Stinu Madsen steðgaði. Nú boðar Neistin frá, at Ricardo Oliveira, sum hevur verið høvuðsvenjari hjá monnum seinasta árið, tekur yvir við kvinnunum.
- Ricardo vandi neistamenn seinasta kappingarár við góðum úrslitum. Liðið var ungt og nýtt umframt avbjóðingar við skaðum. Neistamenn komu væl uppeftir á stigatalvuni og vóru bert eitt mál frá at enda bæði í steypafinaluni og FM finaluni, skrivar Neistin.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Ricardo er 28 ár og er úr Portugal. Hann hevur nógvar royndir í at venja kvinnur. Sambært Neistanum, er Ricardo Oliveira spentur uppá uppgávuna og sær góðar møguleikar í at verða millum topp tvey við liðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald