Kappróður

Rógvi og Vilhelm skulu spæla í bestu íslendsku deildini

Landsliðsleikararnir hava báðir gjørt tvey-ára sáttmála við Fram Reykjavík.

Rógvi Dal Christiansen í landsdyst í januar (Mynd: Sverri Egholm)

Rógvi Dal Christiansen í landsdyst í januar (Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-29 08:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein krútsterkur og kraftmikil verju- og strikuleikari úr Kyndli og ein vælskjótandi og kringur lámur hoyvíkingur flyta í næstum til íslendska høvuðsstaðin. Har skulu teir spæla fyri Fram Reykjavík.

Liðið spælur í Olís deild Karla. Áðrenn koronasteðgin lá Fram á 9. plássi við 16 stigum fyri 20 dystir - fimm stig frammanfyri liðið sum Allan Norðberg og Áki Egilsnes seinastu árini hava spælt við. Nicholas Satchwell gerst skjótt triði føroyski landsliðsleikarin, ið umboðar KA.

Les eisini: Satchwell fer til Íslands at royna seg

Har skal hann komandi tvey árini mllum annað standa yvirfyri 26-ára gamla Rógva Dal Christiansen og 20-ára gamla Vilhelm Poulsen. Fram Reykjavík kunngjørdi í gjár, at teir báðir føroysku landsliðsleikararnir fara at styrkja um liðið. Báðir hava gjørt tvey-ára sáttmála við Fram.

[object Object]
Vilhelm í dysti móti Kyndli í farna kappingarárið 

Rógvi var í farnu EM-undankapping partur av føroyska landsliðshópinum og var eins og Vilhelm við í Luksemborg í januar, har Føroyar spældu HM-undankappingardystirnar.   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder