KA boðar í dag frá, at Nicholas Satchwell í vetur verður nýggjur málverji hjá felagnum.
Felagið skrivar, at talan er um góðan styrk - 28 ára gamli málverjin er landsliðsmálverji hjá Føroyum og hevur verið umráðandi partur í stóru framgongdini hjá liðnum seinastu árini.
Mynd: ka.is
Á Akureyri verður Nicholas Satchwell liðfelagi við Allan Norðberg og Áka Egilsnes, ið hann er vanur at spæla saman við á landsliðnum. Strandingurin og vestmenningurin skrivaðu síðst í februar undir nýggjar sáttmálar við KA. Við heimasíðuna hjá KA sigur Nicholas Satchwell, at hann hevur hoyrt nógv gott um felagið og um staðið frá Allani og Áka
Les meira: Áki og Allan halda fram á Akureyri
Mynd: ka.is
Hetta verður stórur missur fyri Neistan, ið seinastu árini hevur notið sera gott av evnunum hjá Nicholas Satchwell, ið er føddur í Bretlandi, sum hann eisini hevur umboðað til OL, men sum eisini hevur danskan ríkisborgararætt.
Satchwell og KA hava skrivað undir ein tvey-ára sáttmála, ið er galdandi frá komandi kappingarári av.
Hondbóltur
Satchwell fer til Íslands at royna seg
Landsliðsmálverjin, ið seinastu árini hevur verið lyklaleikari hjá Neistanum, skal verða liðfelagi við Áka Egilsnes og Allan Norðberg á Akureyri.
Nicholas Satchwell til landsliðsvenjing. Hann hevur seinastu árini verið fyrsti málverji á landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)
2020-04-16 21:35
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald