Fótbóltsfelagið í Hoyvík kunngjørdi í gjárkvøldið sín fyrsta styrk uttanfrá til kappingarárið 2023. Talan er um spælara við nógvum royndum frá Betrideildini, sum er búsitandi í Hoyvík og nú skal spæla í 1. deild burturav.
Rói Heðinsson Olsen spældi sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá barndómsfelagnum 16-ára gamal - í september 2013. Árið eftir spældi ungi maðurin úr Haldórsvík átta dystir í Betrideildini, og árið eftir gjørdist hann meira ella minni fastur maður.
Í 2016 var EB/Streymur í 1. deild, men síðstu seks árini hevur Rói Olsen fyri tað mesta spælt í Betrideildini. Samanlagt hevur miðvallarin, ið eisini hevur røkt pláss í verjuni, spælt 134 dystir og skorað fýra mál í Betrideildini. Rói hevur 86 dystir í 1. deild, har besta liðið hjá Hoyvík spælir í 2023.
Les eisini: Nýtt navn og nýttbúmerki í Hoyvik
Felagið hevur kunngjørt, at partarnir hava gjørt ein eitt-ára sáttmála. 25-ára gamli Rói Olsen hevur annars bert umboðað EB/Streym í skrásettum dystum. Fyrr í vetur vandi hann og spældi onkran venjingardyst fyri B36.
Jens Martin Knudsen varð fyrr í vetur settur sum høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum í Hoyvík.
Tøl: FaroeSoccer
Bjarni Beder og Rói H. Olsen eftir at sáttmálin er undirskrivaður (Mynd: Fótbóltsfelagið Hoyvík)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald