Fótbóltur

Ronaldo heldur fram við at skriva søgu

36-ára gamli áleyparin hjá Portugal manglar bert eitt mál fyri at hava metið, sum mest skorandi landsliðsleikarin nakrantíð, einsamallur. Málini móti Fraklandi í gjár vóru nummar 108 og 109 í røðini hjá Ronaldo, og hann hevur nú flest mál í endaspølum samanlagt.

Ronaldo í sínum eyðkenda fagnaði eftir mál - hann hevur verið heilt nógv nýttur seinastu árini. Í gjárkvøldið javnaði hann metið hjá Ali Daei á Ferenc Puskás leikvøllinum í Budapest (Mynd: EPA)

Ronaldo í sínum eyðkenda fagnaði eftir mál - hann hevur verið heilt nógv nýttur seinastu árini. Í gjárkvøldið javnaði hann metið hjá Ali Daei á Ferenc Puskás leikvøllinum í Budapest (Mynd: EPA)

2021-06-24 10:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 1. umfari í bólkaspælinum var talan um metið fyri flest mál í EM-endaspølum nakrantíð (11 - nú 14). Í 3. umfari tók hann einsamallur metið fyri flest mál í endaspølum samanlagt - her er talan um HM og EM. Tað talið er nú 21 - Miroslav Klose hevur næstflest við 19. Cristiano Ronaldo kom í gjár eisini undir liðuna á Ali Daei fyri flest skrásett landsliðsmál nakrantíð.

Portugal spældi seg í gjárkvøldið víðari sum trý'ari í bólki F við 2-2 javnleiki móti heimsmeistarunum. Liðformaðurin legði Portugal á odda við brotssparki eftir hálvan tíma og skoraði aftur ísakalt úr ellivu metrum, tá ein tími var leiktur. Tá javnaði Ronaldo til 2-2.

[object Object]
Søguliga løtan í Budapest, tá Ronaldo javnar fyri Portugal við sínum landsliðsmáli nummar 109 (Mynd: EPA)

[object Object]

Við málinum kom nummar sjey hjá Portugal upp á 109 mál í 177 A-landsdystum. Harvið hevur maðurin av Madeira nú metið saman við Ali Daei. Iranin nýtti bert 149 landsdystir at skora 109 mál.

Sí listan yvir teir ellivu mest skorandi leikararnar í landsliðshøpi her

Mál nummar 109 varð skotið á leikvøllinum, ið er uppkallaður eftir nummar fýra á listanum - mæta ungaranum Ferenc Puskás. Cristiano Ronaldo kann taka metið einsamallur sunnudagin, tá Portugal skal stríðast við Belgia um pláss í fjórðingsfinaluni. 36-ára gamli Ronaldo er toppskjútti í EM við fimm málum í trimum dystum; harav eru trý uppá brotsspark. 

Ronaldo skoraði sítt fyrsta landsliðsmál yvirhøvur í EM-endaspælinum á heimavølli í 2004. Tað var við góðum stútara í byrjanardystinum í Porto móti Grikkalandi. Tá hevði hann boyla, var bert 19 ár og spældi í Manchester United. Tað var helst hóskandi, at tað var júst í einum endaspæli. Sìðani hevur hann vunnið tað mesta, ið hann hevur havt møguleika fyri at vunnið, og metini halda fram at verða sett. 

Millum tey 109 málini eru fýra, ið Ronaldo hevur skorað móti Føroyum. Eitt á Tórsvølli í 2016 og trý í dystinum í Porto árið eftir - tað fyrsta av teimum var eitt vakurt saksaspark. Hetta er eitt av teimum níggju hattrikkunum, ið málslúkurin hevur gjørt á landsliðnum. So nógv hevur eingin gjørt í landsliðshøpi áður.

[object Object]
Ronaldo eftir dystin í gjár - hann hevur nógvar orsøkir til at fegnast (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder