Hondbóltur

Russar standa fyri tørni á Hálsi í seinasta dystinum hjá Sonna

Føroyar taptu við sjey málum í Moskva mikukvøldið, men síðani hava føroyingar skriva søgu við sigrinum á Kekkia. Í mun til dystin í Russlandi, eru Elias á Skipagøtu og Kjartan Johansen við hesu ferð, og tað eru føroysku áskoðarnir eisini.

Føroyar vunnu 27-26 á Kekkia fríggjakvøldið, og hetta gevurMynd: Sverri Egholm

Føroyar vunnu 27-26 á Kekkia fríggjakvøldið, og hetta gevurMynd: Sverri Egholm

2021-05-02 13:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld spælur føroyska manslandsliðið í hondbólti seinasta undankappingardystin á hesum sinni. Hetta verður samstundis eitt farvæl til Sonna Larsen, sum hevur staðið á odda fyri føroyska liðnum seinastu fýra árini, og sum í 2017 stóð á odda fyri U21-landsliðnum til HM-endaspælið í Algeria.

Áskoðarafjøldin, liðið og øll rundanum kunnu siga farvæl við danska venjaran, sum eisini hevur eina fortíð við nógvum steypum í Hoyvík, á góðan hátt. Sáttmálin hjá Sonna gongur út eftir undankappingina, og Hondbóltssambandið hevur valt ein nýggjan mann til uppgávuna at føra liðið víðari: Peter Bredstorff Larsen. Hann tekur við í juni saman við hjálparvenjaranum Lars Møller, sum avloyisr Dia Midjord. Hondbóltssamband Føroya kunngjørdi hetta fríggjadagin - nakrar tímar áðrenn Føroyar skrivaðu søgu við 27-26 sigrinum á Kekkia.

[object Object]
Sonni Denis Vahlgreen Larsen í viðtalu við Portalin eftir sigurin á Kekkia fríggjakvøldið. Í kvøld takkar hann fyri seg í Føroyum - í øllum førum á hesum sinni  

Les eisini: 
Peter Bredsdorff Larsen verður nýggjur landsliðsvenjari hjá monnum
- Okkara landslið fara inn á vøllin við vinnaraanda og vilja
Skrivaðu søgu í Høllini á Hálsi

Sí: 
Mark Lausen-Marcher: - Vit hildu at hetta var rætta løtan
Sonni: - Hetta hevur verið ávegis í nógv ár

Føroyar hava nú fingið sigurin, ið bíðað hevur verið eftir í eina tíð, og stig í kvøld flyta einki í bólkinum. Men tað hevði merkt nógv fyri sjálvkensluna, um føroyingarnir megnaðu at í minsta lagi spæla ein tættan dyst móti russum, ið hava spælt seg til EM-endaspælið. Møguleikin fyri at fella bjørnina - ella íhvussu er prika hana meira, enn okkara gjørdu í Moskva mikukvøldið - er størri hesuferð.

Elias á Skipagøtu og Kjartan Johansen vístu sínar dygdir í sigrinum fríggjakvøldið, og bakspælararnir spældu ikki við, tá Føroyar taptu 31-24 í rusisska høvuðsstaðnum. Tá vóru føroysku áskoðararnir heldur ikki við, men í kvøld verða útvíð túsund, sum kunnu gera mun. Tað tyktust teir í øllum førum at gera fríggjakvøldið - serliga tá dysturin skuldi avgerast. 

[object Object]
Rói Berg Hansen "tók eitt gult kort fyri liðið", tá hann eitt korter inn í annan hálvleik nýtti eitt time-out til at fara runt og heita á áskoðarnir um at hjálpa føroyska liðnum á mál  (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Eftir seinasta bríksl kundu leikarar og áskoðarar takka hvørjum øðrum eftir sigurin á Kekkia (Mynd: Sverri Egholm)

Hondbóltssambandið hevur fyri løtu síðani boðað frá, at nøkur atgongumerki eru eftir til sølu á heimasíðuni. Um tey ikki verða útseld næstu tímarnar, verður atgongumerkjasøla við dyrnar. 

Russland er á pappírinum stórfavorittur til dystin, men føroyska liðið vísti fríggjakvøldið, at tað ber til at koppa hondbóltstjóðum, ið eru væl størri, og sum regluliga eru til endaspæl. Leikararnir gjørdu eisini fríggjakvøldið greitt, at ein sigur aftur verður málið til seinastu uppgávuna hesuferð. Hetta er triði dysturin uppá fimm dagar, og tað kann fara at merkjast, men fokus hjá føroyingum er eitt virðiligt og gott punktum.

Fyrsta bríksl í Høllini á Hálsi er klokkan 17. Vit verða á staðnum og hava ymiskt tilfar. Dysturin kann síggjast í Kringvarpinum - FM1 hevur beinleiðis frásøgn.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder