Hondbóltur

Sannførandi hjá H71

H71 vann samanlagt 59-43 í Eysturríki móti SC Ferlach í European Cup, og er víðari í kappingini.

Mynd: H71

Mynd: H71

2022-10-15 19:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gjørdist eitt sannførandi avrik hjá H71 í Eysturríki um vikuskiftið. Fyrra dystin vann H71 við sjey málum, og í kvøld vunnu hoyvíkskvinnur við níggju málum.

Sostatt vann H71 tilsamans 59-43, og er víðari í EHF European Cup.

Fjáltur á hoyvíkskvinnum í byrjanini av dystinum, men síðani komu hoyvíkskvinnur fyri seg og løgdu seg trygt á odda.

H71 hevur gjørt tað gott í altjóða hondbólti. Í fjør megnaðu hoyvíkskvinnur at koma heilt í fjórðingsfinaluna, men vandin fyri kríggi steðgaði evropeiska ævintýrinum tá.

SC Ferlach - H71 20-29 (9-15)
Samanlagt 43-59

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder