Ein rúgva av føroyskum rógvarum hava baksast við at róð innum Molan og á mál á ólavsøku í dag.
Í franska høvuðsstaðnum fyrireika tveir føroyskir rógvarar seg til risauppgávur næstu dagarnar.
Sára Maria Johansen úr Froðba skal í morgin fyri fyrstu ferð rógva til eina OL-stevnu. 23-ára gamla Sára Maria hevur millum annað vunnið FM við Firvaldi - gamli bátur henni vann í dag ólavsøkuróðurin og er FM-vinnari hjá 5-mannaførum við kvinnum.
Sára eigur eisini eisini HM- og EM heiðursmerki í inniróðri frá seinastu árunum, og gjørdist hon heimsmeistari í fjør.
Síðani november í 2023 hevur Sára Maria verið partur av "OL-projekti" hjá Dansk Roning. Høvuðsmálið var at koma við til OL í 2028, men til undankapping fyrr í ár stóðu Sára Maria Johansen og hinar seg so mikið væl, at tær sluppu við til París.
Sára Maria Johansen situr fremst í scullaranum her. Tær eru átta, sum rógva saman
Tað eru ikki so nógvir kvinnuáttarar við, og Danmark skal í morgin "bara" hava so mikið góða tíð, at tað røkkir til finalupláss til leygardagin.
Sára Maria og tær skulu rógva í morgin klokkan 11 føroyska tíð. Sum vit hava frætt, verður róðurin vístur á TV2 Play. Til dagliga umboðar unga kvinnan úr Suðuroy felagið KVIK í Keypmanahavn.
Øll skráin hjá donsku bátunum sæst her
Sí eisini:
Sára hitti drotningina
Sára og Sverri hava føroyskar litir við sær
Danskur viðmerkjari: Føroyingar eru harðførir
Sverri Sandberg Nielsen í scullaranum við føroyska flagginum sum "motivi"
Sverri Sandberg Nielsen er til sítt annað OL. 30-ára gamli miðvingurin vann í gjár sum væntað sín innleiðandi riðil, og hann er eisini millum favorittarnir at koma víðari úr fjórðingsfinalunum, sum eru á skránni týsdagin.
Sverri hevur havt trupulleikar við rygginum, men føroyingurin hevði fjórðbest tíð av teimum 33 monnum, sum róðu innleiðandi við singlescullara í gjár.
Tað er beint eftir klokkan níggju føroyska tíð týsdagin 30. juli, at 30-ára gamli føroyingurin skal royna at rógva seg víðari.
Sí eisini:
Sverri: - Ikki tann stuttligasta kappingin hjá mær
Sverri róði seg trygt í Ol-fjóðdingsfinaluna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald