Nevaleikarin Sarah Mahfoud við ættarbondum til Vestmanna skal í nærmastu framtíð aftur boksa ein stóran dyst um heimsmeistaraheitið.
Enn hevur boksifyriskiparin ikki kunngjørt hvørjum hon skal boksa ímóti, men tað kann væntast skjótt.
Men Sarah Mahfoud er nú farin undir fyrireikingarnar til stórstríðið. Um vikuskiftið kom venjarin Sherman Williams úr Bahamas til Danmarkar at venja Sarah Mahfoud.
Sherman ”The Tank” Williams fær ein stóran part av heiðrinum fyri, at Sarah Mahfoud í februar so lættliga kundi vinna IBF-meistaraheitið á argentinsku Brenda Carabajal, sum fyrsti danin nakrantíð.
48 ára gamli boksarin og venjarin, sum nú býr í Florida, hevur fleiri venjaraútbúgvingar úr USA og er upplærdur av kendum venjarum so sum Lou Duva, Emanuel Steward, Eddie Mustafa Muhammad, John David Jackson og Buddy McGirt, skrivar boksifyrireikarin Bettina Palle í tíðindaskrivi.
- Sarah Mahfoud hevur ment seg nógv frá dysti til dyst, og eg haldi, at hon kann gerast enn betri. Vit sóu hvussu nógv betri hon gjørdist undir vegleiðing av Sherman Williams til hennara fyrsta HM-dyst. Eg tori ikki at meta um hvussu langt hon kann koma nú, sigur Mogens Palle, sum í nógv ár hevur skipað fyri nevaleikarastevnum í Danmark.
Sarah Mahfoud sær fram til at venja saman við Sherman Williams aftur, nú koronastøðan hevur forðað fyri, at tey bæði hava kunnað vant saman.
- Eg vil ikki bata klára meg væl. Mítt mál er at vinna sannførandi, sigur dansk-føroyski heimsmeistarin, sum enn ikki hevur tapt síðan hon gjørdist professionell.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald