Annað

Sarah verður eisini at hitta í SMS

Í kvøld verður móttøka í Vestmanna, og leygardagin verður høvið til at heilsa uppá heimsmeistaran í høvuðsstaðnum.

2020-02-06 14:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri løtu síðani var hon til móttøku hjá yvirborgarstjóranum í Keypmannahavn, har borðreitt varð við víðakendu ráðhúspannukøkunum.

Les eisini: Yvirborgarstjórin í Keypmannahavn heiðrar heimsmeistaranum

Nú gongur leiðin til Føroya, og í kvøld verður hálvi vestmenningurin heiðrað á móttøku í ítróttarhøllini í Vestmanna. Hetta verður klokkan 21.30, beint eftir hálvfinaluna í steypakappingini hjá monnum millum Kyndil og VÍF.

Leygardagin er ein vika liðin síðani sannførandi sigurin í dystinum um heimsmeistaraheitið í fjøðurvekt á Frederiksberg, og tá vitjar Sarah Mahfoud á Torginum í SMS.

Handilsmiðstøðin boðar frá, at leygardagin 8. februar klokkan 14 verður Sarah Mahfoud at hitta á Torginum í SMS. Har fer 30-ára gamli nevaleikarin at vísa beltið fram, ið hon vann sær leygarkvøldið. Eisini verður møguleiki at fáa autografar frá heimsmeistaranum og fyri at taka mynd saman við henni.

Sarah Mahfoud hevur mammu úr Vestmanna og er fødd í Føroyum. Tí hava nógvir føroyingar víst áhuga fyri, og fegnast um, hennara dyst um heimsmeistaraheitið. Eisini var hon á nógvum sjónvarpsskíggjum í Føroyum á heysti í 2016, tá Sarah luttók í Vild med dans og vann kappingina.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder