Annað

Yvirborgarstjórin í Keypmannahavn heiðrar heimsmeistaranum

Sarah Mahfoud, ið leygarkvøldið gjørdist heimsmeistari, verður I morgin á vitjan hjá Frank Jensen á ráðhúsinum.

2020-02-05 10:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygarkvøldið gjørdist hon heimsmeistari í fjøðurvekt hjá IBF við sannførandi sigri á Brenda Carabajal úr Argentina – í morgin er hon bjóðað til pannukøkur á ráðhúsinum í Keypmannahavn.

Les eisini: Knúsandi føroyskur heimsmeistari í boksing
                  -Eg skilji hetta ikki - eg eri heimsmeistari


Á móttøku beint eftir døgurða í morgin verður 30-ára gamla Sarah Mahfoud á Københavns Rådhus:

- Tað er sera stórt fyri nevaleik í Danmark, at Sarah Mahfoud leygarkvøldið kundi fáa IBF HM-beltið á eftir ein tryggan sigur á heimavølli. Nú hevur boksiheimurin fingið eina nýggja kvinnuliga fyrimynd. Eg ynski henni hjartaliga tillukku við heimsmeistaraheitinum og gleði meg at hátíðarhalda hana við okkara ráðhúspannukøkum.

Hetta sigur yvirborgarstjórin í Keypmannahavn, Frank Jensen, í tíðindaskrivi hjá Københavns Kommune.

Sarah Mahfoud hevur á yrkisleiðini vunnið tíggju dystir út av tíggju møguligum, og sigurin á Frederiksberg leygarkvøldið var higartil krúnan á verkinum:

”Tað er ein stórur heiður fyri meg og boksiítróttina sum heild, at verða bjóða til ráðhúspannukøkur, og eg gleði meg at hitta yvirborgarstjóran. Eg eri errin av at standa her saman við Bettina og Mogens Palle (promotarar og fyriskiparar av Danish Fight Night), sum hava lagt so stóra orku í hetta.

Tveir ungir boksarar, ið eisini eru eru ósigraðir, verða við til hátíðarløtuna. Oliver Ment er IBF junior-heimsmeistari í super weltervægt. Enock Mwandila Poulsen hevur fyrr verið IBF junior-heimsmeistari í super lættvekt. Nú er hann avbjóðari til evropameistaraheitið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder