Champions League bólkaspælið kom at enda í gjárkvøldið - men tó ikki heilt. Dystur nummar 96 í bólkaspælinum varð ikki leiktur, orsakað av ov nógvum kava.
Les eisini: Barcelona sligið út úr Champions Leauge
Tað fór at kava illa ein tíma undan ætlaðu dystarbyrjanini í Bergamo. Roynt varð síðani at rudda vøllin, og enski dómarin Anthony Taylor útsetti í fyrstu syftu dystin í tjúgu minuttir, áðrenn hann noyddist at ásanna, at tað ikki var spælandi á Gewiss Stadium. Ikki so langt harfrá - í Torino - darvaði kavi ikki dystinum millum Juventus og Malmö, ið endaði 1-0. Tað merkti, saman við 3-3 úrslitinum í Sankta Pætursborg, har Chelsea vitjaði, at Juventus vann bólk H og er styrkismett í lutakastinum til hósdagin.
Ístaðin verður avgerandi dysturin um 2. plássið í bólki F bríkslaður í gongd klokkan seks í kvøld. Atalanta hevur fyrimun við heimavøllinum, men skal vinna dystin, meðan Villareal hevur nóg mikið við javnleiki. Europa League-vinnarin skal nú royna at sleppa undan at spæla í næstbestu evropeisku kappingini. Greitt er, at Manchester United vinnur bólkin. Young Boys fekk eitt stig á Old Trafford í gjár, men tað røkkir ikki til meira enn eitt fjórða pláss í bólkinum.
Lutakastið til áttandapartsfinalurnar í Champions League verður mánadagin 13.12.
Bólkavinnarar (Styrkismett í lutakastinum mánadagin): Manchester City, Liverpool, Ajax, Real Madrid, Bayern München, Manchester United, Lille og Juventus
Tvey'arar (Ikki-styrkismett í lutakastinum mánadagin): PSG, Atlético Madrid, Sporting CP (Sportling Lissabon), Inter Milan, Benfica, Villareal/Atalanta, RB Salzburg, Chelsea
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald