Fótbóltur

Seinasta venjing á Amager og U19-landsdystur í Køge

Myndin á A-landsliðnum gerst greiðari, nú dysturin í Oslo nærkast. Frakland er á skránni hjá ungu monnunum, og talan verður um møtimikla uppgávu.

Atli Gregersen rakti í gjár stongina við einum dundurskoti úr áleið 25 metrum við sínum vinstra beini. Í dag venja hann og liðfelagirnir fyri fjórðu og seinastu ferð í Danmark, áðrenn leiðin gongur til hini skandinavisku londini, har Atli endar sína leið sum landsliðsleikari (Mynd: Sverri Egholm)

Atli Gregersen rakti í gjár stongina við einum dundurskoti úr áleið 25 metrum við sínum vinstra beini. Í dag venja hann og liðfelagirnir fyri fjórðu og seinastu ferð í Danmark, áðrenn leiðin gongur til hini skandinavisku londini, har Atli endar sína leið sum landsliðsleikari (Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-13 08:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin kom føroyska A-landsliðið við monnum til Danmarkar. Fyrsta venjingin var á skránni á Sundby Idrætspark, tríggjar tímar eftir at størsti parturin av hópinum hevði lent. Í gjár vandi liðið tvær ferðir.

Myndir og lýsing av venjingini fyrrpartin
Myndir frá seinnu venjingini ið var á heimavøllinum hjá Fremad Amager og Heina Vatnsdal


Kappingin í Íslandi varð liðug fyri meira enn einum mánaði síðani, og Betrideildin var av fyri 17 døgum síðani. Fleiri av útisetunum hava spælt heilt lítið ella hava verið inni og úti liðunum seinastu tíðina: Gunnar Nielsen, Viljormur Davidsen, Gilli Rólantsson og Kaj Leo í Bartalsstovu. Jóan Símun Edmundsson hevur eisini byrjað á bonkinum í Bielefeld seinastu dystir, og Odmar Færø er fyri kortum komin aftur frá skaða. Tað eru eisini seinastu dystirnir í hesari undankappingini, ið eru á skránni, og venjaratoymi endar sítt átta-ára skeið mánakvøldið. Hetta kann alt ávirka. 

[object Object]
Gilli Rólantsson spældi ikki fast, men tó rímiliga nógv í Bergen seinasta partin av kappingarárinum. Hann verður allarhelst høgri vongbakkur í Oslo.

Sí eisini video frá venjing í gjár: 
Jóannes heldur ikki at leikararnir skíta á tað 

Bjartalíð: FM-gullið lagt afturum nú

Hóast alt hetta tykist tað ikki at síggjast aftur á venjingunum. Inntensitetur var veruliga á í gjáramorgunin, og leikararnir tykjast at vera tendraðir og væl fyri til seinastu uppgávurnar.

[object Object]
Ári Mohr Jónsson var við aftur seinast eftir drúgvan steðg á landsliðnum orsaka av krossbandsskaða. 25-ára gamli vinstri bakkurin kom ikki á vøllin tá, men nú er møguleikin aftur har (Mynd: Sverri Egholm)

Viðvíkjandi liðnum tykist ætlanin hjá Lars og Jóannes at verða greið eftir venjingarnar í gjár. Hildið verður fram við einari fimmbaksketu í verjustøðu - við trimum miðverjum og vongbakkum. Tað tykist greitt, at Gilli Rólantsson, sum er aftur eftir leikbann, avloysir Jóannes Kalsø Danielsen á høgra bakki. Odmar Færø kemur inn undir liðina á Atla Gregersen og Heina Vatnsdal. Ivamál er so um, hvør verður vinstri vongbakkur, men okkurt bendir á, at Ári Mohr Jónsson fær møguleikan ístaðin fyri Viljorm Davidsen. Rógvi Baldvinsson verður fluttur fram á miðvøllin og undir liðina á Brandi Henrikssyni. Sølvi Vatnhamar og Jóannes Bjartalíð halda, eftir øllum at døma, fast um síni pláss uttast/fremst á miðvøllinum. Jóan Símun Edmundsson var í grønum vesti seinnapartin í gjár, og toftamaðurin eigur helst plássið sum fremsti maður. Eingin ábending er um, at broyting verður á málmansplássinum.

Sí eisini: Heini og Odmar fegnast um at vera við (Videoinnslag frá í gjár)
 
Eftir venjingina í Sundby, sum byrjar klokkan 10 lokala tíð, gongur leiðin hjá okkum til Køge, har U19-landsliðini hjá Føroyum og Fraklandi hittast. Talan verður um eina sera trupla byrjan uppá EM-undankappingina hjá okkara dreingjum, ið tó hava fyrireika seg væl. Dysturin í Køge byrjar 14.30 (13.30 føroyska tíð) Vit hava tilfar úr báðum støðum í dag.

Les eisini: U19 fyrireikar seg eisini í Danmark
Sí eisini: (FSF Varpið) Sterk mótsstøða hjá Føroyum í EM-undankappingini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder