![placeholder](https://roysni.fo/css/img/banner2x1.png)
Matur, hugni, spenningur, tónleikur og ítróttur á høgum stigi.
Amerikanskur fótbóltur er ikki so kent fyri flestu føroyingar, men tað eru tó heilt fitt av fólki sum fylgja við, og hjá nógvum er tað vorðin ein siðvenja at hyggja eftir Super Bowl í februar.
Sí eisini: Kendrick Lamar og vaksandi áhugin
Ymiskar matstovur hava serstakar Super Bowl-matskráir, og onkur støð hava Super Bowl-tiltøk.
Tað snýr seg ikki saniliga ikki bert um sjálvan dystin - ella í øllum førum hjá nógvum. Og soleiðis er eisini í júst USA.
Men um man kennir Patrick Mahomes ella ikki, um man kennir reglurnar ella ikki, so kann man gera ella fáa frálíkan mat til høvið og hava eitt gott kvøld saman við vinfólki og familju.
------------------------------------------------
Um tit hava hug at deila tykkara Super Bowl-uppliving í 2025 við okkum og aðrar føroyingar, so send mynd/myndir á Messenger hjá Portalinum ella til [email protected].
(Hetta kann millum annað vera av, hvat tit hava á tallerkinum, av fólkunum rundanum o.s.fr)
Vit savna allar myndirnar í einari grein.
Sí eisini: Skulu rinda nærum 60 milliónir fyri 30 sekund
Super Bowl millum Kansas City Chiefs og Philadelphia Eagles byrjar í kvøld klokkan 23.30. Dysturin sæst á TV2 og TV2 Play, umframt dazn.com - við longum upptaktum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald