Fríggjakvøldið 14. november klokkan 19.45 fer føroyska A-landsliðið við monnum eftir at halda HM-dreyminum á lívi. Til tess krevst minst eitt stig - helst trý í Kroatia.
Sterkasta mótstøðuliðið í bólkinum bíðar, men føroyingar fara til Balkan við góðum treysti. Seks stig í tveimum dystum, yvirskot, styrki, met og nógv annað vóru at síggja og komu til høldar á Tórsvølli í oktober.
Sí eisini: FIFA-styrkislistin: Føroyar fingu flest stig og størst framgongd í oktober
Les eisini: Hava vunnið yvir helmingin av kappingardystunum seinasta árið
Eyðun Klakstein og menn hansara skulu royna halda fast í góðu gongdini og enda árið væl. Eftir seinasta HM-undandystin skulu føroyingar hugsavna seg um venjingardyst móti Kasakstan í Kroatia týsdagin 18. november.
Hópurin varð úttikin mánadagin - fyri einari viku síðani. Síðani hava fýra venjingar í Føroyum verið fyri teir, hvørs kapping er endað sum fyrireiking til ársins seinastu landsdystir. Bæði fyri A-landsliðsspælarar og U21-spælarar. U21-landsliðið skal týsdagin til Ungarn, har venjingardystur verður hósdagin, og síðani til EM-undandyst í Fraklandi.
Les eisini: Djóni og Thomas Bjørn á U21-landsliðnum á fyrsta sinni
Sí eisini: Gullbrandur og Poul úttiknir til landsliðið
Sí nakrar myndir frá seinastu venjingini í Føroyum, sum Hans Erik Danielsen (FSF) tók, niðast
A-landsliðshópurin fer úr Føroyum fyrrapartin - flogferðin úr Vágum er sett til 8.20. Síðani verður hvíld á Amager og venjing seinnapartin, tá nakrir útisetar afturat eru komnir. Farið verður víðari til Kroatia í morgin, týsdagin.
Portalurin og FM1 eru við á ferðini til Danmarkar í dag og síðani víðari til Kroatia. Harvið verður nógv meira tilfar á hesum pallum næstu stóru vikuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald