Annað

SÍ og Fleyr vunnu steypini í morgun

Feløgini ið eru best umboðaði í finalunum vunnu hvør sína gentufinalu í morgun.

Fyrstu steypavinnararnir í morgun - Gentur 12 hjá SÍ
(Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Fyrstu steypavinnararnir í morgun - Gentur 12 hjá SÍ (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2019-03-02 13:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stóra steypafinaluvikiskifti í flogbólti er farið í gongd í Stórhøllini á Hálsi. Tað byrjaði við einari lokalari Vágauppgerð millum gentur 12 hjá Drátti og SÍ, og talan gjørdist um eina spennandi finalu

SÍ var omaná í fysta settinum og vann trygt. Dráttur svaraði aftur, og so skuldi eitt triðja sett til fyri at avgera dystin. Í barna- og ungdómsfinalunum verður leikt best av trimum settum, har 3. setti er upp í 15. Triðja settið í morgun vann SÍ 15-9 og harvið fyrstu steypafinaluna 2-1.

Eftir dystin varð Sára Kambsgarð valt til besta leikara hjá SÍ. Hjá Drátti var Emma Vilhelmsdóttir dagsins leikari

Gentur 12 
SÍ – Dráttur 2-1
25-15, 22-25 og 15-9


Tað var Fleyr, ið vann næsta steypið. Genturnar úr Havn vunnu ein tryggan sigur á KÍF, og her gjørdist ikki neyðugt við einum 3. setti. 

Gentur 14 b
Fleyr – KÍF 2-0

25-12 og 25-13.[object Object]

Gentur 14 b hjá Fleyr eru steypavinnarar
(Mynd: FBF)

KÍF: Eyð á Reynatúgvu
Fleyr: Helena Skylv Hansen


Um eina løtu fer fyrra finalan hjá teimum vaksnum í gongd.

Skráin restina av degnum: 

Meistaradeild menn kl.13.30 Mjølnir Fleyr
Meistaradeild kvinnur kl.16.00 Fleyr
Dreingir 12 kl.18.30 ÍF TB
Mansunglingar kl.19.45 ÍF

Les eisini: Tvær ymiskar finalur í væntu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder