Annað

Silvurkapping í Bridge leygardagin

Bridgesambandið hevur seinastu árini sett sett sær fyri at royna at fáa kappingar runt landið og er hetta ein liður í tí. Í heyst var kapping í Sundalagnum og nú ein í Runavík.

2022-02-03 19:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin verður Løkshøll i Runavík karmur um siðvandu Silvurkappingina í Bridge. Navnið kemur av, at kappast verður um tey sonevndu silvurstigini, ið eru ein háttur at greiða frá, hvussu góðir bridgespælarar eru. Stigini, sum vera latin til styrkilistan eru vanliga bronsustig, men í serligum kappingum, eitt nú hesari kunnu silvurstig latast og gullstig eru at vinna tá ið eitt nú dystir um Føroyameistaraheitið vera spældir.

Bridgesambandið hevur seinastu árini sett sett sær fyri at royna at fáa kappingar runt landið og er hetta ein liður í tí. Í heyst var kapping í Sundalagnum og nú ein í Runavík.

- Vit í Bridgesambandinum fegnast um at tað endiliga er loysnað við tilmælunum, so tað ber til at skipa fyri veruligum kappingum aftur og tað var hugaligt, at Runavíkar kommuna beinanvegin tók undir við at hava kappingina í Løkshøll. Hetta er heldur ikki einasta kapping, sum verður inni í Runavík, tí fyri páskir verður FM kappingin fyri pør spæld í Runavík, eisini hon við góðum stuðli frá kommununi, sigur Arne Mikkelsen formaður í Føroya Bridgesambandi.

Higartil hava 18 pør teknað til kappingina, teirra millum vinnararnir seinast, Jákup Hjaltalin og Arnbjørn Sivertsen. Freistin at tekna seg er í morgin, fríggjadag klokkan 19. Spennandi verður um fleiri pør koma við. Einaferð vóru ikki færri enn sjey bridgefeløg í Eysturoynni, millum annað vóru oyndfirðingar rættiliga stinnir og stuttligt er at síggja, at onkur teirra heldur seg framat.

Bridgesambandið vónar at kunna festa í bridgehugin aftur hjá summum, og kanska onkur nýggjur hevur hug at royna seg í Bridgeskúla sum sambandið hevur tikið stig til.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder