Fótbóltur

Sjálvmál skilti partarnar í München

Týskland hevði bóltin væl meira enn heimsmeistararnir men hevði bert eitt skot á franska málið. Mars Hummels skeyt av óvart uppá egið mál í fyrra hálvleiki - og skoraði einsamalla málið í dystinum, sum hevði góðsku men ikki so nógv undirhald.

Mats Hummels varð fyri stuttum tikin við aftur á landsliðið - í kvøld gjørdi hann nógv ting rætt men hevði ein óhepnan høvuðsleiklut (Mynd: EPA)

Mats Hummels varð fyri stuttum tikin við aftur á landsliðið - í kvøld gjørdi hann nógv ting rætt men hevði ein óhepnan høvuðsleiklut (Mynd: EPA)

2021-06-15 22:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á Allianz Arena brustu Týskland og Frakland saman í seinasta dystinum í fyrsta umfari av bólkaspælinum. Lagt var upp til ein ógvuliga góðan fótbóltsdyst, men hóast tekniska góðskan var heilt góð, so vóru fáir málmøguleikar í München

Tað var tó spennandi allan vegin. Fyrstu minuttirnir vóru týskararnir betri, men so tóku fraklendingar yvir. Mbappé, Pogba, Benzema, Griezmann og bakkarnir hóttu við góðum rørslum. Í 17. minutti bjóðaði Mbappé av til vinstru í brotsteignum. Við sínari ferð, kviku ferð og góðu javnvág slapp hann framvið týsku verjuna, men Manuel Neuer vardi væl fyri skotroyndini, sum var á veg í longra málhornið.

[object Object]Mbappé skoraði ikki í kvøld móti Neuer, men PSG-leikarin var sum vanligt ógvuliga vandamikil (Mynd: EPA)

[object Object]

[object Object]
Hann hevði allarhelst skorað, um Hummels ikki hevði komi fyri innlegg eftir tjúgu minuttr - ístaðin gjørdi Hummels sjálvmál (Myndir: EPA)

Tríggjar minuttir seinni kundi Neuer einki gera. Vælleikandi Poul Pogba skapti sær gott pláss í høgru, og við brotsteigarmarkið legði miðvallarin eina flotta alvering yvirum við uttaru síðu av høgra fóti. Lucas Hernandez legði bóltin innfyri, har Mats Hummes skuldi beina bóltin burtur, so Mbappé ikki fekk skorað, men endaði við at beina hann í egið mál: Innlegg frá Bayern-bakki, ið Bayern-miðverji skoraði uppá móti Bayern-málverja á heimavøllinum hjá Bayern.

Í 2014 skoraði Mats Hummels einsamalla málið í fjórðingsfinaluni millum londini í Brasil. Aftur hesuferð gjørdist eitt mál hjá miðverjanum avgerandi, tí hetta gjørdist einsamalla málið í dystinum. Týskland hevði bóltin 60 prosent av tíðini, flutti hann rímiliga væl í teirra 3-4-3 skipan, men gjørdist ógvuliga sjálvdan vandamikið. Eitt skot kom uppá mál - størsta týska møguleikan hevði Serge Gnabry í 2. hálvleiki, tá hann - ikki í fullari javnvág - skeyt beint uppum. Týsku fjeppararnir fingu heldur ikki "rakt málið" á heimavølli, tí tað vóru fraklendingarnir, ið vóru komnir lutfalsliga stutta túrin til München, ið hoyrdust best.

[object Object]
Kylian Mbappé fer flúgvandi framvið Mats Hummels...

[object Object]
Men verjuleikarin fær fatur á bóltinum í evstu løtu (Myndir: EPA)


Fraklendingar fluttu seg longur aftur á vøllin eftir stegðin og hugsavnaðu seg um at vera vælskipaðir uttan bólt. Hetta eydnaðist ógvulgia væl. Serliga Kanté og Rabiot fyltu væl sentralt, men allir arbeiddu væl saman og so hótti Mbappé uppá snarálop. Einaferð fekk snarljósið á ófatiligan hátt yvirhálað Hummels, tá ein leysur bóltur kom uppum týsku verjuna. Mbappé var á veg inn í brotsteignum, men miðverjin var í hølinum og fekk fótin undir tað hjá Mbappé og prikað bóltin burtur, samstundis sum hann kom í beinið hjá áleyparanum. Eftir stutta VAR-kanning varð endaliga avgjørt, at tað ikki var brotsspark. Seint í dystinum staðfesti VAR, at Mbappé var rangstaddur, tá hann varð spældur leysur og fann Benzema í týska brotsteignum. Harvið varð 2-0 málið kolldømt. 

Fraklendingar løgdu lítið í hetta. Trý stig í Týsklandi var frálíkt í fyrsta dystinum, og nú gongur leiðin til Budapest. Löw og hansara menn skulu reisa seg, tá Portugal kemur á vitjan leygardagin.

Bólkur F
Týsdagin 15.06 

Allianz Arena, München
Týskland - Frakland (0-1)
20' Sjálvmál 

Puskas Arena, Budapest
Ungarn - Portugal 0-3 (0-0)
84' Raphael Guerreiro
87' Cristiano Ronaldo (br.)
92' Cristiano Ronaldo

Les eisini: Skrædnaði seinastu løtuna í Budapest

Portugal 3 stig
Frakland 3 stig
Týskland 0 stig
Ungarn 0 stig

Leygardagin 19/6
14.00: Ungarn - Frakland
17.00: Týskland - Portugal

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder