Fótbóltur

Sjey skiftingar móti Kasakstan

Venjingardysturin seinnapartin kl. 17 verður brúktur til at royna aðrar spælarar.

Martin Agnarsson fær møguleikan frá byrjan í venjingardystinum móti Kasakstan (Mynd: Sverri Egholm)

Martin Agnarsson fær møguleikan frá byrjan í venjingardystinum móti Kasakstan (Mynd: Sverri Egholm)

2025-11-18 15:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 17 byrjar venjingardysturin millum Føroyar og Kasakstan, sum verður spældur á Aldo Drosina leikvøllinum í Pula í Kroatia.

Samstundis er hetta ársins síðsti dystur hjá manslandsliðnum, ið annars hevur havt eitt framúr landsliðsár við tilsamans fýra góðum sigrum, ið eru komnir í hús ímóti Gibraltar tvær ferðir, og Montenegro og Kekkia.

Venjararnir, Eyðun Klakstein og Atli Gregersen brúka venjingardyst í dag til at royna aðrar spælarar. Eitt nú er Andrias Edmundsson ikki við í hópinum móti Kasakstan. Í hansara stað í miðverjuni kemur Arnbjørn Svensson.

[object Object]

Bárður á Reynatrøð verður í mál, og í verjuni vera Jann Benjaminsen, Odmar Færø, ið eisini er liðskipari, Gunnar Vatnhamar, Arnbjørn Svensson og Martin Agnarsson. Á føroyska mvøllinum byrja Árni Frederiksberg, Jákup Biskopstø Andreasen, Jóannes Bjartalíð og Adrian Justinussen, og fremsti maður verður Petur Knudsen.

Á bonkinum sita Mattias Lamhauge, Bjarti Vitalis Mørk, Viljormur Davidsen, Gullbrandur Øregaard, Ási Dam, Geza Dávid Turi, René Shaki Joensen, Hanus Sørensen, Poul Kallsberg, Meinhard Egilsson Olsen, Jóan Símun Edmundsson og Páll Andrasson Klettskarð.

Venjingardysturin millum Føroyar og Kasakstan verður bríkslaður í gongd klokkan 17. FM1 er á staðnum og hevur beinleiðis útvarpsfrásøgn frá dystinum, sum eisini kann síggjast í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

Lurta eftir FM1 her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder