U20-manslandsliðið er komið væl uppá pláss í Laško í Slovenia eftir ein langan ferðadag mánadagin.
Býurin liggur beint uttanfyri Celje, sum er vertsbýur til EM-endaspælið. Hetta fer nú í gongd. Hondbóltssambandið skrivaði í gjárkvøkdið, at liðið í gjár vandi í dystarhøllini, hevði video og taktikkfund.
Til venjing í gjár (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
Fyrsti dysturin er móti Sveis. Tað er lægst styrkismetta liðið í bólkinum, har Spania og Frakland eisini eru við. Tað krevst í minsta lagi at enda á 2. plásið fyri at koma víðari, og tað er ikki vist, at hetta er nóg mikið. Føroyar skulu enda nummar 3 í bólkinum fyri at hava møguleika at spæla HM-endaspæl næsta ár.
- Vit eru við fyri at fara allan vegin, og eru vit eisini tilvitaðir um at toppstøðið er sera høgt hjá okkum. Tá tað er sagt, so eru vit eisini tilvitaðir um, at vit eru endaðir í einum sera sterkum bólki við millum annað forsvarandi EM og HM vinnarunum Spania. So vit skulu avrika okkara absolutta topstøðið hvørja ferð og leggja lag á dyst fyri dyst. Av størsta týdning er tó, at enda millum 15 tey ovastu, sum kann tryggja hesum árgangi eitt HM endaspæl komandi summar.
Hetta segði Djóni Gaard Joensen, annar av venjarunum hjá U20-monnunum, við Portalin.
Sí eisini: Djóni Gaard Joensen: Vit eru við fyri at fara allan vegin
Dysturin í dag byrjar klokkan 11 føroyska tíð, og kann stroymast HER. Tað kostar 8 evrir fyri hvønn dyst ella 30 euro -224 krónur - fyri allar hjá Føroyum.
Í dag, mikudagin 10. juli kl. 11.00 Føroyar – Sveis
Leygardagin 13. juli 15.40 Spania – Føroyar
Málverjar:
Torstein Sivertsen, H71
Aleksandar Lacok, Neistin
Vinstri vengur:
Jákup Egholm, Ikast FS (H71)
Rói Seyer Hjaltason, H71
Høgri vengur:
Niklas Gaard, Neistin
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF
Strikur:
Tóki Fríðriksson, KÍF
Ísak Vedelsbøl, H71
Bakspælarar:
Óli Mittún, IK Sävehof
Helgi Poulsen, H71
Høgni Heinason, H71
Høgni Højsted, H71
Rókur Ziskason, H71
Búi D. Poulsen, Grindsted GIF
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald