Eitt pláss í høvuðsundankappingini til EM 2022 er uppá spæl í Høllini á Hálsi í vikuskiftinum, har Føroyar, Finnland og Ísrael spæla undan-undankapping. Liðið við flest stigum, ella í so fall at tað stendur á jøvnum í stigum; er best innanhýsis, spælur seg víðari.
Metast kann at Føroyar eru eitt vet sterkari enn Ísrael, ið verður mótsstøðuliðið sunnudagin, tá alt vónandi skal avgerast. Finnland og Føroyar spældu í 2017 og 2018. Fyrra dystin vunnu Føroyar við trimum málum - árið eftir vann Finnland við trimum.
Fleiri av teimum, ið eru við hesaferð, hava ikki nógvar royndir á A-landsliðnum. Turið Arge Samuelsen er ein teirra, ið hevur spælt móti Finnlandi áður (Mynd: Sverri Egholm)
Lív Poulsen er ein av yngru leikarunum í hópinum. Komandi kappingarár skal vestmannkvinnan, ið fyri stuttum vann FM við StÍF, spæla fyri Ajax København í bestu donsku deilini (Mynd: Sverri Egholm)
Sí myndir frá seinastu venjingini hjá landsliðnum undan dystinum, sum var á dystargólvinum á Hálsi
Útfrá tí, og tí at bæði liðini tykjast at vera áleið sama stað í menningini, so kann sigast, at talan helst verður um ein javnan dyst í kvøld. Tað, at Føroyar fingu heimavøll í lutakastinum, legði upp til ein góðan fyrimun til føroyska liðið, men íhvussu er fitt av teimum prosentunum fóru burtur í gjár, tá Hondbóltssamband Føroya eftir tey tilligaðu koronutilmælini noyddist at boða frá, at spælt verður í so at siga tómari høll.
Les eisini:
Løgmaður: Steðga á í eina viku
Eingir áskoðarar til kvinnulandsdystirnar
Tá vit tosaðu við Mariu Halsdóttir Weyhe og Lív Sveinbjørsdóttir Poulsen, tvær av ungu leikarunum ið tó longu hava bitið seg fastar á A-landsliðnum, í gjár, var eingin ivi: Týdningurin, ið liggur í at koma víðari, er ógvuliga stórur og liðið hevur brúkt nógvar tímar saman seinastu vikurnar, er betri fyrireika og samanspælt nú - serliga í álopspartinum.
Hvussu hetta fer at síggjast aftur á vøllinum í kvøld er spennandi. Kringvarpið stroymir dystin fríggjakvøldið og vísir dystin sunnudagin í sjónvarpinum. FM1 hevur beinleiðis frásøgn, og Portalurin verður á staðnum.
Fyrsta bríksl í Høllini á Hálsi verður klokkan 18.30.
Sí eisini video:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen: Vónirnar eru góðar
Maria Halsdóttir Weyhe: Stóran týdning at vinna um vikuskiftið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald