Hondbóltur

Skulu spæla fjórðingsfinalu móti Serbia

Fyrsta bríksl í Berlin verður hósdagin klokkan 12.15. Um Føroyar vinna, so spæla vit hálvfinalu móti Danmark ella Týsklandi seinnapartin leygardagin.

Føroyingarnir hava higartil havt nógv at fegnast um í Týsklandi - millum annað í dag móti Portugal, tá nógvir sótu yvir. Nú gerst alt heilt álvarsamt (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyingarnir hava higartil havt nógv at fegnast um í Týsklandi - millum annað í dag móti Portugal, tá nógvir sótu yvir. Nú gerst alt heilt álvarsamt (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-26 21:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hannover, Týskland (Portalurin) - Eftir fimm dystir uppá sjey dagar - og fimm sigrar - verður talan um tveir góðar hvílidagar fyri føroyska U21-landsliðið í Týsklandi. Sjey spælarar spældu als ikki í gjár, so tað er eingin umbering hjá ungu monnunum at ikki vera væl fyri til næstu stóru uppgávuna. Óli Mittún kemur eisini frískur inn í hópin nú.

Sí eisini: 
Óli Mittún kemur nú til Týsklands
Myndir: Føroyar - Portugal
Stóðu próvtøkuna við hægsta metið

Í morgin skal hópurin ferðast í bussi í umleið tríggjar tímar. Leiðin gongur til Berlin - týski høvuðsstaðurin verður hósdagin karmur um søguligan dyst í føroyskum hondbólti. Serbia er á skránni í fjórðingsfinaluni. So langt er eitt føroyskt ítróttarlið ikki komið áður í so stórari kapping. 

Føroyar eru eitt av teimum átta liðunum, ið hava vunnið sær rættin at spæla teir heilt stuttligu dystirnar í Berlin. Sum vinnarar av høvuðsumfarinum í Hannover, skulu okkara spæla móti tvey'aranum í bólki 4. Har kom Serbia víðari saman við Íslandi.

[object Object]Portugal skal hósdagin royna seg móti Íslandi. Føroysku áskoðarnir í Týsklandi eru mangir í tali, og fleiri afturtar koma nú til Berlin (Mynd: Sverri Egholm) 

Sí videosamrøður eftir flotta sigurin á Portugal í gjár: 
Ovi Lützen: - Hesin dysturin gevur okkum nógv
Bjarni í Selvindi: Allir taka av møguleikanum í dag
Julian Johansen: - Eitt tað besta avrikið hjá hesum landsliðnum
Pauli Høj: - Vit stýra leikferðini
Kristian Jensen: - Vit vildu tað nógv meira enn Portugal

Serbar taptu tepurt fyri íslendingunum í innleiðandi bólkaspælinum men hava vunnið hinar fýra dystirnar og eru harvið víðari aftur. Í fjør var Serbia triðbest í Evropa: Liðið vann bronsu í EM-endaspælinum við at vinna á Svøríki - á vegnum vunnu teir eisini á Týsklandi og spældi javnleik móti Íslandi.

Talan verður um ógvuliga trupla uppgávu hjá føroyska liðnum, ið skal spæla dystir um 5. - 8. plássið, um Serbia vinnur fjórðingsfinaluna. 

Eydnast tað hinvegin at vinna, so fáa Føroyar stóra og spennandi uppgávu í hálvfinaluni. Vinnarin av Týskland - Danmark stendur fyri leygardagin: Tað verður vertstjóðin ella landið, sum Føroyar hava serstøk bond til. Tann hálvfinalan verður 14.30 tann 1. juli. Finalan í U21 Hm verður sunnukvøldið.



[object Object]
Soleiðis sær putlispælið út nú. Fýra hálvfinalur verða hósdagin, og so er tað "Final Four"/plaseringsdystir um vikuskiftið. Alt verður í Berlin (Skýggjamynd)

Fyrst snýr tað seg tó bara um Serbia - hesin dysturin byrjar beint eftir døgurðaføroyska tíð hósdagin. Seinni sama dag spæla íslendingar móti Portugal, ið Føroyar júst hava vunnið á. Ein av stóru favorittunum, Ungarn, spælir móti Kroatia, og so er tað Týskland - Danmark.

Portalurin verður, eins og í Magdeburg og í Hannover, við á ferðini til Berlin og fylgir føroyska U21-landsliðnum til máls.

Sí eisini heldur øðrvísi video: 
Tveir og tveir saman: Ræst kjøt, pitsa og tónleikur
Systkinabørnini saman: - Hetta er nakað heilt serligt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder