Fjórði EM-dagurin í Týsklandi er av, og hann var hendingaríkur. Óvæntað úrslit, greiður rumenskur sigur, drama, VAR og skaði til stjørnuspælara.
EM 2024 - 1. umfar í bólkaspælinum
Í dag, mánadagin 17.06
Bólkur E:
Rumenia - Ukraina 3-0 (1-0)
29' Nicolae Stanciu 1-0
53' Razvan Marin 2-0
57' Denis Dragus 3-0
Belgia - Slovakia 0-1 (0-1)
7' Ivan Schranz 0-1
Bólkur D:
Eysturríki - Frakland 0-1 (0-1)
38' Sjálvmál 0-1
Í gjár endaði tað 2-1 til Niðurlond móti Póllandi í hesum bólkinum.
Les eisini: Weghorst bjargaði byrjanini hjá Niðurlondum
Um vit byrja við endanum: Frakland gjørdi ikki so nógv burturúr frameftir vøllinum móti ágangandi eysturríkarunum. Tað minti eitt sindur um Ongland í gjárkvøldið: Ein av EM-favorittunum legði seg á odda í 1. hálvleiki og fór í 2. hálvleiki longur aftur á vøllin. Stóra álopsstjørnan - í gjár Kane og í dag Kylian Mbappé - hevði ein risamøguleika í 2. hálvleiki, men tað endaði 1-0.
Dysturin í Düsseldorf var naka meira lívligur enn Ongland - Serbia í gjár. Hann endaði ikki gott hjár sigursharranum, tí Mbappé breyt helst nøsina, tá hann royndi at skalla bóltin men ístaðin rakti økslina á sterka verjuspælaranum hjá Eysturríki Kevin Danso. Spurningurin er so, hvørja ávirkan hetta fær á restina av endaspælinum hjá Mbappé og Fraklandi.
Stúran um støðuna hjá Mbappé eftir løgna nærdystin seint í dystinum (Myndir: EPA)
Í bólki E vóru tvey óvæntað úrslit. Serliga tað seinna, har stríðsfúsa slovakiska liðið koppaðu belgisku favorittunum. Einasta málið í dystinum kom longu í 7. minutti, tá Ivan Schranz setti returbólt í málið.
Belgia hevði fleiri stórar møguleikar - millum annað Romelu Lukaku. Belgiski áleyparin fekk eisini tvey mál kolldømd: Tað fyrra var rangstøða og ta seinna seint í dystinum, tá VAR vísti á, at bólturin líka hevði nortið armin á belgiska spælaranum, sum legði upp. Tunt, men soleiðis eru reglurnar, og Belgia skal reisa seg skjótt.
Ein tungur dagur hjá Romelu Lukaku og Belgia (Myndir: EPA)
Rumenia gjørdi av álvara bart, tá teir gulkløddu vunnu 3-0 á Ukraina. Real Madrid-málverjin Andriy Lunin átti sín stóra leiklut í teimum báðum fyrstu málunum, sum komu við langskotum - tað fyrra eftir at Lunin hevði spælt púra skeivt, og liðformaðurin Stanciu síðani smekkaði bóltin vakurt í málhornið.
Fyrst sigur hjá Rumenia í einum EM-endaspæli í 24 ár. Eitt samanlagt sterkt avrik hjá liðnum, sum lat fá mál inn í undankappingini. Rumenia er nú í heilt góðari støðu í bólkinum.
Verulig rumensk veitsla í München seinnapartin (Myndir: EPA)
Í morgin eru teir seinastu dystirnir í 1. umfari á skránni. Talan er um bólk F, har Georgia og Turkaland bresta saman, og Ronaldo og Portugal síðani koma inn í kappingina. Hetta verður móti Kekkia í Leipzig.
Bólkur F:
Í morgin, týsdagin 18.06
17.00: Turkaland - Georgia
20.00: Portugal - Kekkia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald