Chisinau, Moldova (Portalurin) - Hann er 36-ára gamal og hevur verið landsliðsspælari í næstan tíggju ár.
Leirvíkingurin var sum altíð til reiðar til eitt prát við Portalin, og vit sótu eina løtu saman í leiguflogfarinum, ið var ávegis til Moldova. Tað er har, at fyrsta uppgávan hjá Sølva Vatnhamar og liðfeløgunum í hesari undankappingini er á skránni fríggjakvøldið.
Sølvi sær avgjørt møguleikar móti Moldova, ið Føroyar fingu fýra stig ímóti í EM-undankappingini fyri tveimum árum síðani. Tó er neyðugt at avrika betri enn fleiri av útidystunum seinastu árini, staðfestir royndi víkingurin.
Sí eisini fleiri video:
Patrik Johannesen: - Hetta er aftur eitt stig upp
Mads Mikkelsen: Elski at spæla hesar dystirnar á hægri støði
Áðrenn tað tosaði Sølvi Vatnhamar um, hvussu væl hann trívist á landsliðnum - hóast hann saknar nakrar á túrinum - og at tað altíð er stuttligt at vera við. Tað er eisini nakað, ið maðurin við 62 landsdystum roynir at njóta hvørjaferð.
Við einum skálkabrosi kemur Sølvi Vatnhamar millum annað eisini inn á sinni hjá Atla Gregersen eftir sjavs-tap og sigursdansin hjá Magna Mohr. Hóast sjavs-dagurin hjá Sølva ikki hevur verið góður, so er smílið har, og stríðsfúsi miðvallarin er aftur fríggjakvøldið til reiðar at geva alt fyri Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald