Fótbóltur

Southgate fær helst riddaratign

Bretskir miðlar heiðra 50-ára gamla landsliðsvenjaranum, ið møguliga fær ein væl størri heiður frá Elizabeth drotning skjótt. Nógv í Onglandi ynskja sær eisini almennan frídag mánadagin, um Ongland vinnur finaluna - forsætisráðharrin umhugsar tað.

Gareth Southgate fegnast her yvir avgerandi málið í hálvfinalusigrinum. Hann fer, sambært bretskum miðlum, at fáa hægri heiður fyri at sammeint tjóðina og fyri at hava endurreist stoltleikan hjá enska manslandsliðnum (Mynd: EPA)

Gareth Southgate fegnast her yvir avgerandi málið í hálvfinalusigrinum. Hann fer, sambært bretskum miðlum, at fáa hægri heiður fyri at sammeint tjóðina og fyri at hava endurreist stoltleikan hjá enska manslandsliðnum (Mynd: EPA)

2021-07-10 23:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur longu eina OBE - Order of the British Empire - ið er tann næsthægsta av sínum slagi. Serliga heiðurin fekk enski landsliðsvenjarin frá Charles prinsi í apríl 2019, av tí at hann í Russlandi í 2018 førdi Ongland til sína fyrstu HM-hálvfinalu í 28 ár. 

Eins og allir aðrir høvuðsvenjararnir hjá enska manslandsliðnum í fótbólti, hevur Gareth Southgate til tíðir verið fyri sera hvøssum atfinningum í serliga miðlunum fyri hetta og hattar. Undir hesum EM-endaspælinum hevur venjarin fingið høgg fyri at vera ov verjukendur, fyri at nýta leikarar á skeivum plássum, fyri at nýta ávísar leikarar ov nógv, aðrar ov lítið, o.s.fr. Men nú hevur Southgate leitt Ongland til sína fyrstu stóru finalu í 55 ár, og hann verður millum annað lýstir sum ein stórur og djarvur leiðari. Røddirnar og pennarnir eru í høvuðsheitinum nú fullar av rósandi orðum og virðing fyri venjaranum, sum var uttan tær heilt stóru venjararoyndirnar á hægsta støði, tá hann tók yvir fyri Roy Hodgson eftir vanlukkuliga EM-endaspælið í 2016. 

[object Object]
Gareth Southgate við sínum OBE-merki uttanfyri Buckingham Palace 


Nú kunnu leyvurnar vinna sítt fyrsta EM. Ongland er ein sigur burtur frá tí eftir fimm sigrar - harav tann í hálvfinaluni móti Danmark kom eftir longda leiktíð. Ongland hevur havt heimavøll í fimm útav seks dystum higartil, og fekk eitt tunt brotsspark móti Danmark, ið gjørdist avgerandi. Hesi tingini, umframt ein lasari, hava fylt nakað í bretskum og útlendskum miðlunum seinastu dagarnar, men í landinum, har vøggan hjá fótbóltinum stóð, snýr tað seg nú um, at veruliga fáa hann heim.

Les eisini: 
Eingilska fótbóltssambandið fingið bót
UEFA forsetin: Soleiðis eigur endaspælið ikki at verða skipað aftur


Um hetta eydnast, so fær Gareth Southgate allarhelst riddaratign. Miðilin Daily Mail skrivaði í gjárkvøldið, at hetta fær venjarin helst óaansæð úrslitið móti Italia, fyri at hava "sammeint tjóðina og fyri at hava endurreist stoltleikan hjá enska manslandsliðnum". Harvið skal fyrrverandi leikarin, ið brendi brotssparkið, sum gjørdist tað seinasta í EM-hálvfinaluni á Wembley móti Týsklandi fyri 25 árum, helst til Buckingham Palace at verða sligin til riddara skjótt. Venjarin Sir Alf Ramsey fekk hendan heiðurin, árið eftir HM-gullið kom í hús á gamla Wembley í 1966.


Mánadagur verður møguliga frídagur

1966. Tað er framvegis einasta árið, har eitt gull heiðursmerki er komið í hús, tá tosað verður um heilt stórar kappingar. 2021 kann harvið gerast heilt serstakt fyri enskan fótbólt. 15 ferðir hevur EM-endaspælið verið avgreitt, uttan at Ongland hevur vunnið. Nú skal tað verða, segði Southgate á tíðindafundinum í dag.

Venjarin hevur fingið bræv frá Elizabeth drotning og Boris Johnson við góðynskum. Forsætisráðharrin hevur eina avgerð at taka í mun til dystin. Hann hevur longu longt upplatingartíðina hjá skeinkistøðum til 23.15, so møguleiki er at síggja dystin á einum slíkum og so at møguliga fegnast eitt sindur aftaná, men um Ongland vinnur, so fer Boris Johnson møguliga eisini at lýsa mánadagin 12. juli sum ein "bank holiday" - eitt slag av almennum frídegi.

[object Object]Onglendingar í ovfarakæti á skeinkistaðið, eftir at finaluplássið er komið í hús (Mynd: EPA)

Talsmaður forsætisráðharraran hevur sagt við bretskar miðlar, at teir ikki vilja koma við nakrari fráboðan áðrenn - tí dysturin skal jú spælast - men har eru møguleikar, ið hugt verður uppá. The Guardian skrivar, at keldur tætt at Downing Street siga, at tað verður trupult at lýsa ein almennan frídag, av tí at dysturin verður bríkslaður í gongd sunnukvøld klokkan 20, men at tað kunnu finnast loysnir.

Tað er eitt slag av fólkaynski: Í skrivandi stund hava yvir 357.000 fólk skriva undir, at Bretland skal fáa eina bank holiday, um Ongland tryggjar sær EM-gull í morgin. Fótbóltur fyllur ikki lítið í landinum - serliga ikki nú.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder