Fótbóltur

Spennandi fótbóltsvikuskifti fyri framman

Avgerðin um hvørji lið skulu spæla finalu um Løgmanssteypið, og hvat tíggjunda liðið í Betrideildini 2021 verður, fellur. Fríggjakvøldið verður U21-finala á Tórsvølli.

B36 og Víkingur skulu í Runavík dystast um finalupláss - bæði liðini ynskja sjálvandi at fáa hendur á Løgmanssteypinum og á seinasta evropeiska plássinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

B36 og Víkingur skulu í Runavík dystast um finalupláss - bæði liðini ynskja sjálvandi at fáa hendur á Løgmanssteypinum og á seinasta evropeiska plássinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-11-26 11:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið vórðu fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið leiktar, og tað var veruligur spenningur í trimum av dystunum.

NSÍ fekk sigursmálið móti Skála eitt korter fyri leiklok. Víkingur fekk hol á móti TB við brotssparki, ið helst ongantíð skuldi verið dømt, í 85. minutti í Sarpugerði. 

Í Sørvági gjørdist tað heilt spennandi, tí vinnarin av 1. deild stríddi seg til 1-1 móti føroyameistarunum. Tá 120 minuttir vórðu leiktir á Dungasandi var framvegis 1-1. Harvið var neyðugt við brotssparkskapping, og tá eydnaðist endliga hjá HB at basa 07 Vestur. B36 vann tryggjan 3-0 sigur á AB.

Les eisini: 
Víkingur til reiðar til hálvfinaluna
Longd leiktíð í Sørvági
07 Vestur tók øll á bóli - HB vann brotssparkskapping

Júst AB skal í vikuskiftinum stríðast fyri at verða verandi í deildini. Argjamenn spæla sunnukvøldið klokkan 19.00 upp- og niðurflytingardyst á Tórsvølli móti B68. Har er AB favorittur, men alt er uppá spæl, og alt kann henda.

[object Object]Argjamenn stríddust í gjár við B36 á Tórsvølli - sunnukvøldið verður tað við B68 (Mynd: Sverri Egholm)

B36 skal ein túr til Runavíkar leygarkvøldið. Tað skal Víkingur eisini, og hjá hesum báðum liðunum er sera nógv uppá spæl: Eitt finalupláss kann leiða til eitt steyp og eitt evropeiskt pláss, ið kann gera kappingarárið heilt gott. 

HB og NSÍ hava tryggjað sær evropeiska luttøku til komandi kappingarár, men tað er eingin ivi um, at eitt steyp hevði merkt nógv. Liðið hjá Jens Berthel Askou skal stríðast fyri at vinna The Double. Hendan seinna hálvfinalan verður sunndagin seinnapartin, og eins og tann fyrra verður hon á uttanveltaðum vølli: Við Djúpumýru í Klaksvík. Júst KÍ hevur tørv á, at HB ella NSÍ vinnur steypakappingina, um liðið hjá Mikkjali Thomassen skal út í Evropa komandi ár. 

Fótbóltsvikuskifti byrjar við, at B36 og AB skulu stríðast um eitt steyp á Tórsvølli. Tað eru U21-liðini hjá feløgunum.

Fríggjadagin 27/11 á Tórsvølli: 
19.30: AB - B36  (Steypafinala hjá U21)

Leygardagin 28/11 við Løkin: 
19.00: Víkingur - B36 (Hálvfinala í kappingini um Løgmanssteypið)

Sunnudagin 29/11:
Í Klaksvík: 15.00: NSÍ - HB (Hálvfinala í kappingini um Løgmanssteypið)
Á Tórsvølli: 19.00: AB - B68 (Upp- og niðurflytingardystur)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder