Tvey stig skiltu liðini í grundspælinum. Teir tríggir innanhýsis dystirnir vóru tættir. Stjørnan vann tveir av teimum, og hetta gjørdist avgerandi, í mun til at tær endaðu frammanfyri VÍF og harvið hava heimavøll í fjórðingsfinaluni.
Vinnarin í KÍ-høllini í dag fer beinleiðis víðari til hálvfinalurnar. Hetta kann geva ein ógvuliga spennandi og dramatiskan dyst - hetta sást í fjórðingsfinalunum hjá monnum áðrenn páskir.
Liðini hava nakan ymiskan leikhátt, og bæði hava spælarar, sum kunnu avgerða slíkar dystir. VÍF er undir Inga Olsen í eitt slag av uppbygging men hevur eisini royndar spælarar sum málverjan Viviann Petersen, Duritu Christophersen Jojic og Agnas Funn (fyrr Olsen) So eru ungar sum hava skarað framúr í ár: Serliga landsliðsvongurin Rannvá Olsen og eisini m.a. Fríða Nolsøe Olsen.
Sjørnan royndi seg í hálvfinalunum í steypakappingini. Har vóru tær ov stuttar, men nú kunnu tær fáa ein møguleika afturat at kappast um finalupláss. Til tess vera spælarar sum landsliðsspælaskiparin Sonja Sirdal á Bergi, hvítarussiski bakspælarin Julia Nalivko og altíð vandamikla Tóra Eliasen umráðandi.
Fyrsta bríksl í Kí-høllini verður klokkan 16. Portalurin verður á staðnum.
Hin fjórðingsfinalan í SMS-deildini verður í morgin, sunnudagin 16. apríl í Høllini á Hálsi. Har tekur Neistin móti StÍF. Tann dysturin byrjar klokkan 15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald