Hondbóltur

Spennandi vikuskifti hjá ungdómslandsliðunum

Trý føroysk ungdómslandslið eru í dag farin til Íslands til venjingardystir. U16-dreingirnir spæla í morgin á Giljanesi og sunnudagin í Kollafirði - eisini ímóti íslendingum.

Trý føroysk lið ávegis til Reykjavíkar, har samanlagt seks dystir eru á skránni næstu dagarnar (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Trý føroysk lið ávegis til Reykjavíkar, har samanlagt seks dystir eru á skránni næstu dagarnar (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2024-05-31 15:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt spennandi hondbóltsvikuskifti stendur fyri framman. Trý føroysk ungdómslandslið eru í dag farin til Íslands, har nógvir venjingardystir eru á skránni, og U16-dreingirnir spæla tveir venjingardystir í Føroyum.

Hetta skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðu sínari. 

Dystirnir í Føroyum eru teir fyrstu landsdystirnar hjá hesum ungu monnunum. Teir eru eisini ímóti Íslandi, og verða spældir á Giljanesi og í Kollafirði - ávíkavist leygardagin og sunnudagin klokkan 15. Møguleiki verður fyri at stroyma dystirnar á live.hsf.fo.

Í morgun fóru U16-kvinnur, U18-kvinnur og U20-menn til Íslands. Samanlagt skulu seks dystir spælast á Safamýri, sum er heimstaðið hjá Víkingi Reykjavík, leygardagin og sunnudagin. Hvørt lið spælir tveir dystir, og dystirnir kunnu væntandi stroymast, upplýsir hsf.fo.

[object Object]U16-genturnar, sum nú eru farnar til Íslands (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

[object Object]U18 (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

U20-menn skulu til EM-endaspæl í juli. Hesir dystirnir eru umráðandi í fyrireikingunum til tess. Føroyska liðið er tó uttan lyklaleikaran, Óla Mittún, sum skal hvíla seg eftir fýra harðar finaludystir, har hann gjørdist svenskur meistari.

Sí eisini: 
Óli Mittún varð dagsins maður í finaluni
Óli: - Tað var ógvuliga stuttligt at spæla í 2. hálvleiki

U20-liðini hjá Føroyum og Íslandi kenna hvørt annað væl og hava møtt hvørjum øðrum 5 ferðir áður. Føroyar hava vunnið tríggjar ferðir, ein dystir er endaður javnur og ein við íslendskum sigri. Hetta verður triðja árið á rað, at 04- og 05-árgangirnir hjá monnum skulu til eitt endaspæl.

Skráin fyri dystirnar í Íslandi er hendan
Leygardagin, 1. juni 2024 á Safamýri
13:00 Føroyar – Ísland (U16 kvinnur)
15:00 Føroyar – Ísland (U18 kvinnur)
17:00 Føroyar – Ísland (U20 menn)

Sunnudagin, 2. juni 2024 á Safamýri
13:00 Føroyar – Ísland (U16 kvinnur)
15:00 Føroyar – Ísland (U18 kvinnur)
17:00 Føroyar – Ísland (U20 menn)

(Allar tíðirnar eru føroyskar)

Liðini, sum eru farin til Íslands at bjóða íslendingum av, eru at síggja HER.

Skráin fyri dystirnar í Føroyum er hendan:
Í morgin, leygardagin, 1. juni á Giljanesi
15:00 Føroyar – Ísland (U16-menn)

Sunnudagin, 2. juni í Kollafirði
15:00 Føroyar – Ísland (U16-menn)

Føroyski U16 hópurin við dreingjum, ið skal royna seg ímóti Íslandi á Giljanesi og í Kollafirði, sæst HER.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder