Í fjør spældi hann 16 dystir í Betrideildini við barndómsfelagnum, og samanlagt hevur hartarbeiðandi áleyparin spælt 39 dystir í fremstu røð og skorað fimm mál. Meginparturin av hesum komu við EB/Streymi, ið Steffan Løkin var leigaður út til, í 2019.
Í 2020 hevur Steffan Ábrahamson Løkin fingið sínar fyrstu tveir dystir í Europa League og á U21-landsliðnum. Dystur nummar eitt í báðum førum hilnaðust heilt væl: Steffan kom inn og skoraði í søguliga 5-1 sigrinum hjá NSÍ á Barry Town 20. august á Svangaskarði, og tvær vikur seinnni varð tá 19-ára gamli áleyparin skiftur inn í 3-1 sigrinum hjá Føroyum á sama leikvølli á Ísrael. Harvið hevur ungi maðurin úr Saltangará spælt á øllum U-landsliðunum.
Steffan í dysti móti Ísrael, har Føroyar vunnu 3-1 (Mynd: Sverri Egholm)
Nú er hann B68'ari (Mynd: Tofta Ítrottafelag)
Í 2021 og 2022 skal hann umboða B68. Steffan Løkin hevur í øllum førum skrivað undir ein tvey-ára sáttmála við nýuppflutta liðið. Tað boðaði felagið frá í gjár - gamlaárskvøld. Harvið skal 20-ára gamli leikarin nú hava heimavøll á Svangaskarði og styrkja uppflytaran.
Tað er serliga í 1. deild, at Steffan hevur gjørt vart við seg - 29 mál í 47 dystum - men hann hevði eisini nøkur góð avrik í EB/Streymi í 2019 og við NSÍ í fjør, og gjørdist dystarvinnari við Løkin móti Skála við góðum einstaklingamáli. Kappingin um fremstu plássini hjá NSÍ eru meira enn vanliga hørð. Klæmint Andrasson Olsen og Petur Knudsen eru fastir menn, umframt at Búi Egilsson kann spæla har, og blaðungi og evnaríki Jørgen Nielsen er á veg. Steffan tykist nú at hava valt fasta spælitíð, og hann kann gerast ein fongur fyri B68.
Norskur málverji skal avloysa serbiskan
Tveir serbar spældu við B68 alt seinasta ár og í upp- og niðurflytingardystinum. móti AB. Málverjin Nikola Stoisavljevic og miðverjin Andrija Radovanovic halda tó ikki fram á Toftum.
Avloysarin í málinum er funnin. B68 boðaði beint fyri nýggjár frá, at Erlend Jacobsen kemur úr Tromsø. 21-ára gamli málverjin er skrásettur fyri ein einstakan dyst í næstbestu norsku deildini og hevur nú skrivað undir eitt-ára sáttmála við B68. Harvið er greitt, at minst ein norðmaður spælir í Betrideildini í 2021. Tann sum spældi í deildini í fjør heldur ikki fram - sterki Ole Erik Midtskogen er farin úr KÍ til Dundalk.
Erlend Joensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald