Hondbóltur

StÍF fekk sín fyrsta sigur

Tað gjørdu mennininir av vestara armi á Skálafjørðinum við stórum heimasigri á Neistanum í gjárkvøldið.

Bjarni í Selvindi gjørdist toppskjútti hjá StÍF í gjár við sjey málum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bjarni í Selvindi gjørdist toppskjútti hjá StÍF í gjár við sjey málum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-10-20 13:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

StÍF tók í gjárkvøldið móti Neistanum í høllini á Skála. Talan var um dyst nummar fýra í hesum kappingarárinum

Undan dystinum hevði StÍF eitt stig. Liðið byrjaði kappingarárið við fýra-máls tapið í Klaksvík, spældi síðani javnleiki móti føroyameistarunum á heimavølli, og í triðja dystinum rakk tað akkurat ikki til stig móti oddaliðnum VÍF, ið vann við einum málið á Skála.

Tað gjørdist skjótt greitt, at hetta fór at verða eitt tungt kvøld hjá Neistanum, sum eftir fýra minuttir var aftanfyri 5-0. Teir í bláum komu síðani betri inn í dystin við trimum málum á rað, men tá tíggju minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki var StÍF á odda við seks málum, og 

Hetta gjørdist ongantíð ein dystur, har spenningur var um, hvar stigini skuldu fara. StÍF hevði heldur ikki trupulleikar við at skora í seinna hálvleiki og vann dystiin 39-28. Talan er um størsta sigur í Burn-deildini í ár, og hetta er tann fyrsti hjá strandingum og skálamonnum. Tveir íslendskir leikarar eru eisini á liðnum í ár - teir gjørdu samanlagt ellivu mál í gjár - og ein danskur málverji.

Neistin byrjaði kappingarárið við sigri í grannauppgerð móti Kyndli men hevur síðani tapt greitt móti H71 og KÍF og nú stórt móti StÍF. Talan er í stóran mun um eitt lið við lutfalsliga óroyndum leikarum í bestu deildini.

Í vikuskiftinum verður fyrsta umfar í bólksaspælinum. StÍF spælir leygardagin á heimavølli móti næstbesta liðnum hjá H71, ið vann sær rættin at sæla í bólkaspælinum við sigri á Kyndli 2 í gjár, og Neistin spælir móti grannunum. 

Skrá sæst her

4. umfar í Burn-deildini
Mikudagin 19.10 í høllini á Skála

StÍF - Neistin 39-28

Toppskjúttar: Bjarni í Selvindi (StÍF) og Hanus Árason (Neistin) 7 mál

Dómaraseðilin sæst her

Støðan í Burn-deildini sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder