18 mál. At tað er so stórur munur á í einari FM-finalu hjá vaksnum er ógvuliga óvannligt. Tað var tó ein dagur, har so at siga alt eydnaðist hjá Kyndli, og einki eydnaðist hjá StÍF.
Les eisini: Kyndil knústi StÍF sundur í fyrstu finaluni
Liðið av Skála og Strondum hevur havt nakrar dagar at savna seg og síðani hugsavna seg um næstu uppgávuna. Fyri at siga júst sum tað er, so er ein sigur eitt krav fyri StÍF í kvøld. Hetta er á heimavølli, og ein vón skal birtast á Skála í kvøld, um Kyndil skal koppast.
Tað var rætt og slætt klassamunur á Hálsi sunnudagin, og í kvøld fara Kyndilskvinnur inn á Skála við góðum treysti. Tær hava víst stóra stryki í ár, og Turið Arge Samuelsen og allar hinar í grønum kunnu tryggja sær FM-heiti hesa vikuna - triðja FM-finalan er á skránni á Hálsi leygardagin.
StÍF skal millum annað loysa avbjóðingina við Turiði, og tað at lata verjuna hjá Kyndli meira upp. Stórur stuðul verður til heimaliðið, sum skal raka eitt heilt annað spenningsstig og minka munandi um mistøkini, í mun til fyrstu finaluna.
Hjá Geir Wardum og Kyndli er tað rímiliga einfalt: Stigið skal haldast, og tær í grønum skulu framhaldandi hugsavna seg í 60 minuttir. Um tað eydnast, so bendir nógv á, at fyrsta FM-heitið í fimm ár fer at koma í hús heilt skjótt.
FM-finala nummar tvey í SMS-deildini
Í dag, mikudagin 1. mai
18.00: StÍF (0) - Kyndil (1)
Dysturin í dag sæst á live.hsf.fo - Portalurin verður til staðar í Høllini á Skála
Fyrsta liðið sum vinnur tríggjar finalur gerst føroyameistari
Sí eisini: Stórur finaludagur í dag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald