Í hesari vikuni eru heili fýra altjóða hondbóltsdystir við føroyskari luttøku: Manslandsliðið fer í gongd við EM-undankapping, og H71 kvinnurnar skulu aftur royna seg í evropeiskari kapping.
Hondbóltssamband Føroya skrivar, at tað er í morgin, mikudagin klokkan 19.00, at føroyska A-landsliðið hjá monnum spælir fyrsta EM-undankappingardystin. Hann er ímóti Ukraina, og orsakað av krígsstøðuni í Ukraina verður dysturin spældur í týska býnum Aschaffenburg. Dysturin verður vístur í KVF.
Sunnukvøldið taka Føroyar ímóti Eysturríki í Høllini á Hálsi. Atgongumerki til hendan dystin kunnu fáast á atgongumerki.fo, skrivar hsf.fo. Dysturin byrjar klokkan 18. Stórur spenningur er nú um, hvørt Føroyar av álvara kunnu bjóða av um eitt EM-pláss.
Í dystinum móti Nadia Nis í fjør
Fríggjadagin og leygardagin verða EHF Cup dystir hjá kvinnum á skránni, har H71 skal spæla móti eysturíkska liðnum SC Witasek Ferlach.
Báðir dystirnir verða leiktir í Ferlach í Eysturríki, og báðir byrja klokkan 18. H71 stóð seg í fjør sera væl, tá kvinnurnar á fyrsta sinni vóru í evropeiskari kapping - liðið kom allan vegin í fjórðingsfinaluna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald