Fyri tíggju døgum síðani vunnu danir 30-26 á Norra í Jyske Bank Boxen í seinasta dystinum í bólkaspælinum. Mikkel Hansen var tá tann stóri í tvídystinum við liðfelagan úr PSG, Sander Sagosen. 30-ára gamli danski vinstri bakkurin var flúgvandi og skoraði heili 14 mál. Nummar 24 við eyðkenda langa hárinum var kanska uppaftur betri í hálvfinaluni í Hamburg fríggjakvøldið, tá Danmark ógvuliga sannførandi vann 38-30 á fronsku heimsmeistarunum.
Í dag skal ein nýggjur heimsmeistari finnast. Seinastu ellivu árini hevur Danmark vunnið EM tvær ferðir og OL einaferð. Men í HM er besta úrsltið silvurheiðursmerki. Bæði í 2011 og í 2013 tapti danska liðið hjá Ulrik Wilbek finaluna- Heilt afturi í 1967 endaði Danmark eisini nummar tvey í HM. Norra hevur ikki javnan verið eins frammaliga sum danir, men í Fraklandi fyri tveimum árum síðani kom liðið hjá Christan Berge í finaluna. Her vóru fronsku vertirnir tó ein ov stórur biti.
Tað er helst eingin ivi um, at Danmark er favorittur í dag. Danska liðið spældi framúr hondbólt fríggjakvøldið og skræddi í roynd og veru franka stórliðið sundur. Danskir viðmerkjarar og serfrøðingar mettu, at talan var um eitt av bestu avrikunum nakrantíð. Álopsspælið flýtur ómakaleyst, har villurnar eru ógvuliga fáar. Nógvir leikarar, sum Rasmus Lauge og Magnus Landin tykast toppa í løtuni, og so er tað toppskjúttin í kappingini. Mikkel Hansen hevur sjálvdan verið eins sannførandi sum nú, og hann og hinir á liðnum hjá Nikolaj Jacobsen eru ógvuliga uppsettir at taka gullið á heimavølli.
Danska álopsmaskinan knústi Frakland í halvfinaluni
Norðmenn megnaðu at koppa týsku vertunum í Hamburg fríggjakvøldið. Avrikið var sera gott, har Sagosen, kosin til heimsins besta leikara av Planet Handball í 2018, gekk á odda. Ungi Magnus Abelvik Rød var eisini eyðsýndur. 21-ára gamli lámi bakkurin úr Flensburg-Handewitt gjørdi sjey mál, áðrenn hann noyddist út við skaða í lærinum eftir eina harða takkling frá kontantu týsku verjuna. Rød er tó nóg birgur at spæla í dag, og Norra er til reiðar at geva heimaliðnum í Herning skarpan gang.
Norra setti týsku vertirnar uppá pláss
Seinast liðini hittust vann Danmark, tað tykist at eydnast væl hjá Nikolaj Jacobsen, Mikkel Hansen er í hopla, tað er útselt í Jyske Bank Boxen og Danmark hava vunnið allar dystirnar í HM higartil. Tað er nógv, ið bendir á, at danska hondbóltslandsliðið seinni í dag kann lyfta steypið á fyrsta sinni. Men seinast Danmark var í HM-finaluni gjørdist talan um stórtap, og í 2014 fekk Danmark bank í EM-finaluni á heimavølli. Lagt er upp til spennandi dyst fyri øll hondbóltsáhugaði.
Dysturin byrjar klokkan 16:30 og kann síggjast á bæði DR 1 og TV 2. Jóhan á Plógv Hansen verður ikki í danska hópinum í dag - Hans Lindberg er komin inn fyri hann. Tað hevur ligið í luftuni, at royndi vongurin skuldi avloysa føroyingin, ið ikki hevur spælt síðani bólkaspælið. Jóhan hevur tó spælt í fýra dystum, skorað 9 mál og fer at fáa eina HM-medalju. Spuringurin er so: Verður tað gull ell silvur?
Les eisini:
Avgjort: Ævintyríð hjá Jóhan á Plógv er av
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald