
Undan 2. umfari í Conference League varð Brøndby sæð sum størsti favortturin av øllum teimum 50 uppgerðunum.
Danska stórfelagið er framvegis stórfavorittur at koma víðari í uppgerðini móti HB, tí heimadystur er á skránni í seinna dystinum í kvøld. Tað er tó eingin ivi um, at Brøndby varð skakað serliga seinasta hálva tíman á Tórsvølli, tá HB av álvara tók yvir í uppgerðini og eisini javnaði.
Sí eisini: Javna ikki tí teir eru góðir - tað er tí vit ikki avrika nóg væl
Eftir dystin merktist tað eisini, at hetta var væl frá tí, sum ætlanin var: Bæði á Brøndby-umboðunum, sum sæst omanfyri, og í donsku miðlunum.
Skulu sleppa undan skommuni og einari "føroyskari fadesu"
Í donskum miðlum verður sjónarvinkulin orðaður nakað soleiðis sum omanfyri. Millum annað hjá Ritzau
HB hevur møguleika at gera nakað heilt stórt í kvøld, men tað er eingin ivi um, at steypavinnararnir kunnu spæla "meira frítt". Meðan André Olsen og teir í HB-leguni tykjast hugsavnaðir og ikki serliga stórorðaðir, so er tað meira "reypandi" í donsku leguni:
- HB skal bara ikki sleppa at fáa ov nógvar deyðbóltar, og vit skulu ikki missa takið móti einum liði, sum verjir so nógv, ljóða útsagnir frá spælara og venjara hjá Brøndby.
Stóra ætlanin hjá Brøndby í ár er deildarspælið í Conference League, og fyri teir í gulu leguni, umframt fyri tey kring danskan fótbólt og Brøndby, skal eitt føroyskt felag "bara kveistrast burtur" áðrenn.
Samrøða sum miðlatoymið hjá HB gjørdi við HB-venjaran á Brøndby Stadion
Myndir: HB til reiðar til brakið í Brøndby - umleið 20.000 áskoðarar væntast til dystin í kvøld
Uefa Europa Conference League 2. umfar, seinnu dystirnir
Í dag, hósdagin 31. juli
18.30: Brøndby - HB (1-1)
Stroyming: Bold + ella Disney + (Við haldi ella gjaldi)
Dysturin verður eisini vístur í HB-húsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald