Hondbóltur

Stórur spenningur undan seinnu hálvfinalunum

StÍF koppaði aftur KÍF á Skála, og munurin eftir fyrru steypahálvfinaluna er tvey mál. Eftir góðan endspurt frá vestmenningum er tað púra javnt í uppgerðini millum H71 og VÍF.

Áskoðarnir hjá StÍF settu álvara dám á, og Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir syrgdu fyri einum fyrimuni áðrenn seinnu hálvfinaluna í Kollafirði (Mynd: Sverri Egholm)

Áskoðarnir hjá StÍF settu álvara dám á, og Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir syrgdu fyri einum fyrimuni áðrenn seinnu hálvfinaluna í Kollafirði (Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-16 22:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tær fyrru steypahálvfinalurnar hjá monnum vórðu spældar í kvøld, og var spenningur áðrenn, er hann sum so ikki vorðin minni eftir tøttu dystirnar í kvøld.

VÍF og H71 løgdu út. Tað gekk heldur illa hjá heimaliðnum at fáa mál í fyrra hálvleiki; serliga fyrstu gott 13 minuttirnar. H71 var á odda við fimm málum nakrar ferðir í hálvleikinum og einaferð við seks málum. Verjan og Pauli Jacobsen vóru stinn, og í álopspartinum gekk nýklækti A-landsliðsspælarin Rói Ellefsen á Skipagøtu á odda við heili sjey málum í fyrra hálvleiki.

Rói byrjaði eisini málskjótingina í seinna hálvleiki, og tað gingu næstan tíggju minuttir, til VÍF fekk sítt fyrsta mál. Verjuparturin hjá H71 var á veg at tryggja eina heilt góða leiðslu áðrenn seinna dystin í Hoyvík, men seinastu átta minuttirnar skoraði útiliðið einki málið. VÍF skoraði fýra ferðir og tryggjaði harvið ein 22-22 javnleik, og alt er púra opið undan hálvfinaluni í Hoyvík sunnudagin.

[object Object]
Verjuparturin hjá H71 eydnaðist stóran part av dystinum heilt væl (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Á Skála var av álvara lív í áskoðarafjøldini, men heimaliðið rann aftaná tað mesta av fyrra hálvleiki. Tað tók eina løtu at fáa álopsspælið at flóta, men lykilin var, tá Bjarni í Selvindi kom inn miðskeiðis í hálvleikinum. 20-ára gamli bakkurin hevði ikki spælt síðani stórsigurin á júst KÍF í landskappingini 16. januar, men hann skjeyt átta út av teimum næstu tíggju málunum hjá StÍF - íroknað tey fyrstu trý málini eftir steðgin - og so var heimaliðið á odda við tveimum málum.

Áskoðarnir komu uppaftur meira í gongd, verjuparturin var stinnur, Eli Gærdum helt fram at gera bjargingar í málinum, og leiðslan øktiskt. Munurin var í løtum á fýra málum, men KÍF fekk gjørt sítt útgangsstøði til seinna dystin betri við at vera omaná seinastu tíggju minuttirnar. Eitt sterkt StÍF-avrik, men tað er eingin ivi um, at tað helst fer at verða ein stríð til tað síðsta um finaluplássið í dystinum í Kollafirði sunnudagin.

[object Object]

[object Object]
Toppskjúttin í dystinum roynir at støðga Andriasi Nielsen (Mynd: Sverri Egholm)

Faxe Kondi kappingin - Fyrru hálvfinalurnar hjá monnum
Í kvøld, hósdagin 16. februar

VÍF - H71 22-22 (12-15)

Toppskjúttar:
Filip Jojic 7 mál, Rói Ellefsen á Skipagøtu 11 mál

Sí dómaraseðilin her


StÍF - KÍF 29-27 (14-15)

Toppskjúttar: 
Bjarni í Selvindi 11 mál, Vuk Stevanovic 8 mál

Sí dómaraseðilin har


Seinnu hálvfinalurnar, sunnudagin 19. februar

16.00: KÍF - StÍF
19.00: H71 - VÍF


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder